Búmerkið hjá felagnum
Lurta
26. sep. 2024

10 bíbliutekstir um tað ókenda.

Ókenda landið og ókenda lívið. Bíblian er full av orðum um Guds nærveru, tá ið vit menniskju flyta inn í tað óvissa. Her eru 10 bíbliutekstir um evnið.

1. Tað eri eg! Óttist ikki!
Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!»
Matt. 14,27

2. Gud tín, vil sjálvur fara við tær
Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki og verið ikki ræddir fyri teimum, tí at Harrin, Gud tín, vil sjálvur fara við tær; hann skal ikki sleppa tær og ikki geva teg yvir.»
5. Mós. 31,6

3. Hann man javna vegir tínar
Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar.
Orðt. 3,5-6

4. …og geri myrkrið til ljós
Síðan leiði eg blind á ókunnugum vegi og føri tey á gøtum, tey ikki kenna; myrkrið framman fyri teimum geri eg til ljós og brekkurnar at slættum fløtum; hetta er tað verk, sum eg vil inna og ikki víkja frá..
Jes. 42,16

5. Hann veitir tær frið og vónríka framtíð
Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.
Jer. 29,11

6. Harrin vil leiða teg
Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur.
Jes. 58,11

7. Ein lykt fyri fóti mínum
Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.
Sálmur 119,105

8. Hann tekkir tað, sum í myrkri er
Hann opinberar tey djúpu og duldu loyndarmál; hann tekkir tað, sum í myrkri er, og ljósið býr hjá honum.
Dán. 2,22

9. Einki ilt eg óttist
Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.
Sálmur 23,4

10. Verið ikki stúrnir
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.
Filip. 4,6

Lagt til rættis Ásbjørn Jacobsen