Búmerkið hjá felagnum
Lurta
05. okt. 2024

Jesus fær sær lærusveinar.

Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!»

Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?» Hann sigur við teir: «Komið og síggið!»

Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður).

Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!» Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs.

Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.» Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!» Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!» Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?»

Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.» Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!» Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.»

Jóh. 1, 1-51
19. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen