Tað ónda er eisini í okkum.
Lat ikki hitt illa vinna á tær, men vinn tú á illum við góðum. Róm. 12,21
Fyri meg snýr versið seg um, at vit mugu síggja veruleikan og heimin soleiðis, sum hann er, og viðganga, at tað ónda er til.
Í tí digitala veruleikanum rundan um okkum, er einki, sum av álvara er ónt. Í øllum førum enda næstan allar søgur sera gott, og myndirnar sum verða gjørdar, eru ofta sissandi myndir av fittum skapningum við stórum elskuligum eygum, sum liva í einum føgrum heimi, har alt verður gott, um tað bara verður tosað fólkaliga við hvønn annan.
Tað eru slíkar løgnar ónatúrligar myndir, sum skulu kunna brúkast í øllum støddum og bara glíða niður og kunna lesast skjótt á einum skermi.
Vit gerast myndafólk, sum lætt koma at flyta okkum inn í ein tilgjørdan veruleika, ið er ein læstur og avbyrgdur heimur. Eg havi ilt við at kenna henda heim aftur, tí í veruleikanum, uttanfyri skermarnar, er alt ikki bara vakurt, men eisini ljótt og rátt, og har er óndskapur.
Og tað ónda er ikki bara hjá hinum; tað er ikki nakað vit kunnu staðseta ella avbyrgja í fremmandum londum, sum liggja langt burtur; ella hjá teimum vit eru ósamd við, og sum vit halda hótta okkara frælsi. Ella í søguni hjá kapitalistunum, ella hvørji vit nú eru politiskt ósamd við.
Tað ónda er allastaðni – í menniskjum – í mær og tykkum.
Peder Frederik Jensen (f. 1978) royndi seg fyrstu ferð sum rithøvundur við skaldsøguni 'Her står du' í 2007 og hevur síðan givið fleiri bøkur út í ymiskum greinum.
Brot týtt úr „Håb er en overset superkraft“, red.: Malene Fenger-Grøndahl
Det danske Bibelselskab gav út í 2023.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen