Búmerkið hjá felagnum
Lurta
12. okt. 2024

Tvey líknilsi.

Líknilsið um tveir synir

Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.» Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað. So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki. Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.»

Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki. Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.

Líknilsið um teir óndu víngarðsmenninar

Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum. Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum. Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir.

Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir. Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!» Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!» Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann.

Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?» Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.» Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?»

Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.»

Matt. 21,28-44
20. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen