Tornið í Siloam og fikutræið.
Dripnir Galileingar og tornið í Siloam
Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra.
Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.
Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem? Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.»
Líknilsið um fikutræið
Og hann segði hetta líknilsi: «Ein maður átti eitt fikutræ, sum var sett niður í víngarði hansara; og hann kom og leitaði eftir frukt á tí og fann onga. Hann segði tá við víngarðsmannin: «Sí, nú havi eg í trý ár komið og leitað eftir frukt á hesum fikutræi og havi onga funnið; høgg tað upp; hví skal tað arma jørðina út aftrat?»
Men hann svaraði og segði við hann: «Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað; hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.»
Luk. 13,1-9
21. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen