Búmerkið hjá felagnum
Lurta
26. okt. 2024

Hvør størstur er.

Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvør er tá størstur í himmiríki?»

Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær.

Um meinboga fyri teimum smáu

Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var søktur niður í djúpa havið. Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá!

Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er tær at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin.

Um at vanvirða tey

Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum. [Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.] Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta?

Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast.

Matt. 18,1-14
22. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen