Búmerkið hjá felagnum
Lurta
02. nov. 2024

Lærusveinarnir salt og ljós.

Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við?

Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum.

Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum.

Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan;
tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum.

Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra
faðir tykkara, sum er á himni.

Matt. 5,13-16
Allahalganasunnudagur

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen