Dóttir Jairi og konan við blóðsótt.
Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.»
Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara.
Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.» Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund.
Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum. Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp.
Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.
Matt. 9,18-26
24. s. e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen