Búmerkið hjá felagnum
Lurta
16. nov. 2024

Guds ríki kemur og Jesu afturkoma.

Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guds ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: «Guds ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; ei heldur skulu tey kunna siga: «Sí, her er tað!» ella: «Har er tað!» Tí sí, Guds ríki er innan í tykkum.»

Jesu afturkoma

Men hann segði við lærusveinarnar: «Teir dagar munnu koma, tá ið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskjusonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann. Og tey munnu fara at siga við tykkum: Sí, har er hann! Sí, her er hann!

Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir! Tí at eins og snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum, lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal menniskjusonurin verða á degi sínum. Men fyrst eigur hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt.

Og sum tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum menniskjusonarins: Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll.

Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu; men á tí degi, tá ið Lot fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og týndi øll. Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menniskjusonurin verður opinberaður.

Tann, sum á tí degi er staddur uppi á tekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum, hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur. Minnist til konu Lots.

Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana.

Luk. 17,20-33
25. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen