Búmerkið hjá felagnum
Lurta
23. nov. 2024

Lov til Guds fyri frelsuna.

Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: «Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum!

Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best!

Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann.

Komið til mín...

Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.

Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.

Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»

Matt. 11,25-30
26. s. e. tríeindardag

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen