Áheitan frá Bíbliufelagnum í Ukraina.
Kæru vinir,
Eg vendi mær til tykkum við eini áheitan um bráfeingis bøn.
Eg ynskti, at eg kundi boða frá gleðiboðum, men tíverri eru vit umgird av støðugum sorgarleiki og vanlukku. Kvøld eftir kvøld telja vit rakettirnar, sum stoyta niður rundan um okkum. Men hetta er ikki tað ringasta. Hvønn einasta dag missir onkur ein av sínum kæru.
Í dag komi eg við sorgarboðum. Ein stór vanlukka hevur rakt familjuna hjá okkara hjálparfólkum, sum tæna í Mykolaiv økinum. Meðan tey býttu út neyðhjálp, komu faðir og sonur – báðir trúfastir limir í okkara traumaviðgerðararbeiði – undir rakettálop. Teir hava ikki bert verið hjálparfólk í okkara toymi, men báðir eru eisini prestar, sum hava tænt kirkjuliðnum trúliga í mong ár.
Álopið hendi í gjár, meðan teir vóru í ferð við at býta út breyð og Orðið um vón – Bíbliuna – til tey, sum høvdu brúk fyri tí. Faðirin, Vladislav, varð álvarsliga særdur og liggur framvegis illa særdur á sjúkrahúsi. Sonurin, Arthur, fekk álvarsligan skaða í búkin. Hóast læknarnir stríddust fyri hansara lívi, so andaðist Arthur í nátt.
Hjørtu okkara eru knúst. Vit syrgja og gráta saman við teirra familju, okkara starvsliði og øllum tí ukrainska kirkjuliðnum.
Henda familjan hevur givið sítt lív til tænastu fyri onnur og hevur bjóðað hjálp og vón í myrkastu tíðum. Hjørtu teirra hava altíð verið opin fyri teimum, sum hava tørv á hjálp. Nú hava tey brúk fyri okkara bønum og stuðli.
Vinarliga, takið lut í bønini:
• Biðið um, at Gud skal grøða Vladislav.
• Biðið um styrki og troyst til teirra familju, nú tey skulu bera tað óbæriliga tapið av Arthur.
Vit eru sera takksom fyri ta stóru fjøldina av stuðlum kring heimin. Tykkara samkensla og bønir hava ómetaliga stóran týdning fyri okkum. Má Gud signa tykkum ríkliga fyri, at tit standa við okkum í hesum óhugnaliga sorgartíðum.
Við hjartans takksemi og bønum,
Vegna Victoria Raychinets
Anna Malysheva
Føroyska Bíbliufelagið stuðlar Bíbliufelagnum í Ukraina.
Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen