Búmerkið hjá felagnum
Lurta
07. des. 2024

Jesus boðar oyðing Jerúsalems og afturkomu sína.

Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur.

Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.

Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.»

Og hann segði teimum eitt líknilsi: «Hyggið at fikutræinum og øllum trøum; tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd. Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd.

Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent. Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara; tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring.

Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!»

Luk 21,25-36
2. s. í advent

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen