|
Ezekiel, kapittul 12
Tvær líkingargerðir, sum boða, at tað, sum eftir er av fólkinum, skal í útlegd
v1
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v2
Mansbarn, tú býrt saman við tvørlyndum fólki, sum hava eygu at síggja við og kortini ikki síggja, og oyru at hoyra við og kortini ikki hoyra; tí at tey eru tvørlynt ættarkyn.
v3
Men tú, mansbarn, skalt búgva teg út á alljósum degi fyri eygsjón teirra á sama hátt sum teir, ið herleiddir verða; og far síðan frá heimi tínum fyri eygsjón teirra út á annan stað; kanska teir tá fara at lata upp eygu síni; tí at teir eru tvørlynt ættarkyn.
v4
Tú skalt á alljósum degi fyri eygsjón teirra bera út lutir tínar eins og tað, ið herleiddir hava við sær; og sjálvur skalt tú fara heiman um kvøldið fyri eygsjón teirra, sum skuldi tú farið í útlegd.
v5
Brót tær fyri eygsjón teirra hol í veggin og far út ígjøgnum tað;
v6
og tak so fyri eygsjón teirra lutir tínar upp á herðarnar og far út í myrkri við huldum andliti uttan at síggja landið; tí at eg geri teg til tekin fyri Ísraels hús.
v7
Eg gjørdi tað, sum mær var boðið; bar á alljósum degi lutir mínar útum eins og tað, ið herleiddir hava við sær, breyt mær um kvøldið hol gjøgnum veggin við hondini og fór avstað beint fyri eygsjón teirra í bølamyrkri við lutum mínum á økslini.
v8
Men morgunin eftir kom orð Harrans til mín soljóðandi:
v9
Mansbarn, hevur Ísraels hús, hitt tvørlynda ættarkynið, ikki spurt teg: Hvat er hetta, tú hevst at?
v10
Sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Hetta skal verða høvdinganum fyri – hesi byrði hjá Jerúsalem – og øllum Ísraels ættarkyni, sum har er fyri innan.
v11
Sig: Eg eri tekin tykkara; eins og eg havi gjørt, soleiðis skal verða gjørt við teir: herleiddir skulu teir verða og fara í útlegd.
v12
Og høvdingin, sum er í miðjum teimum, skal taka lutir sínar upp á herðarnar og fara avstað í bølamyrkri; hann skal bróta hol í veggin til tess at koma útum og hylja andlit sítt, so at hann sær ikki landið.
v13
Men eg vil kasta net mítt yvir hann, so at hann verður veiddur í veiðiføri mínum; og eg skal føra hann til Bábelborgar í Kaldealandi, sum hann ikki skal fáa at síggja; og har skal hann doyggja.
v14
Og allar hjálparar hans, ið kring hann eru, og allar herfjøldir hans vil eg spjaða í allar ættir og elta teir við bregðaðum svørði.
v15
Tá skulu teir sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg reki teir út ímillum heidninganna og spjaði teir út um londini.
v16
Einans nakrar fáar lati eg komast undan svørðinum, hungrinum og drepsóttini til tess at siga frá andstygdum sínum millum tjóða teirra, sum teir koma til. Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Trongd Jerúsalems
v17
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v18
Mansbarn, et breyð títt í ræðslu og drekk vatn títt við nøtran og angist;
v19
og tú skalt siga við fólkið í landinum: So sigur Harrin, drottin, um íbúgvar Jerúsalems í Ísraels landi: Breyð sítt skulu teir eta við angist og drekka vatn sítt við ræðslu; og landið og alt, sum í tí er, skal leggjast oyði vegna misgerðir alra teirra, sum har búgva;
v20
bygdar borgir skulu gerast toftir og landið verða reyn; og tá skulu tit viðurkenna, at eg eri Harrin.
Dómurin er nær
v21
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v22
Mansbarn, hvat er hetta fyri orðafelli, sum tit hava á máli um Ísraels land: Tíðin dregur út, og allar sjónir svitast?
v23
Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Eg skal gera enda á hesum orðafelli, so at tað ikki meira verður havt á máli í Ísrael. Nei, sig heldur við teir: Tíðin nærkast, og allar sjónir munnu sannast!
v24
Tí at hereftir skal eingin fáfongdarsjón ella nakar lygispádómur koma fram í Ísraels húsi;
v25
men eg, Harrin, vil tala tað, sum mær hóvar at tala, og tað skal ganga út; nú skal einki verða meira, tykkara tvørlynda ættarkyn! Eg skal tala orð og lata tey sannast, meðan tit enn eru á døgum, sigur Harrin, drottin.
v26
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v27
Mansbarn, sí, Ísraels hús sigur: Sjónin, ið hann sær, viðvíkur komandi øldum; hann profeterar um fjarlagdar tíðir!
v28
Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Eingin frest skal meira verða á nøkrum av orðum mínum; men tað, sum eg havi talað, skal ganga út, sigur Harrin, drottin.
|