|
Ezekiel, kapittul 41
Framhald av tempulsjónini
v1
Síðan leiddi hann meg inn í aðalhúsið og máldi veggstólparnar; teir vóru seks alnir breiðir hvørjumegin.
v2
Dyrnar vóru tríggjar alnir breiðar og duraveggirnir fimm alnir hvørjumegin. Tínæst máldi hann longd tess: fjøruti alnir; og breidd tess; tjúgu alnir.
v3
Síðan gekk hann í innhúsið og máldi durastólparnar; teir vóru tvær alnir tjúkkir, duravíddin seks alnir breið og duraveggirnir sjey alnir hvørjumegin.
v4
Og hann máldi longd tess: tjúgu alnir; og breidd tess: tjúgu alnir fram við aðalhúsinum. Og hann segði við meg: Hetta er hitt alra heilagasta.
v5
Síðan máldi hann tempulveggin; hann var seks alnir tjúkkur; og hjábygningurin fýra alnir breiður kring alt templið.
v6
Og hjáskemmurnar lógu skemmu við skemmu tríati ferðir og í trimum hæddum; og har vóru stallar við tempulveggin, so at bjálkarnir ikki komu inn í tempulveggin.
v7
Á henda hátt breiðkaðust skemmurnar fyri hvørja hædd uppeftir, og somuleiðis smalkaðist tempulveggurin uppeftir; og gangast mátti úr niðastu skemmu upp á mittastu og úr mittastu upp á ovastu.
v8
Og eg sá við templið steinsettan pall alt íkring, og grundvøllur skemmanna var fulla málistong breiður, seks alnir út at jaðaranum.
v9
Breiddin á útveggi skemmanna var fimm alnir; og tað girda økið, sum lá millum skemmanna, ið tilhoyrdu templinum,
v10
var tjúgu alnir breitt allan vegin kring templið.
v11
Á skemmuhúsinum vóru dyr út at tí opna økinum, einar norðureftir og einar suðureftir; og breiddin á tí opna økinum var fimm alnir allar vegir.
v12
Og húsini, ið stóðu vestanvert við avgirda økið, vóru sjeyti alnir breið; veggur teirra var fimm alnir tjúkkur alt íkring; og tey vóru níti alnir long.
v13
Nú máldi hann templið, og var tað hundrað alnir langt; og hitt avgirda økið, bakhúsið og veggur tess vóru somuleiðis hundrað alnir á longd.
v14
Og framlið tempulsins saman við tí avgirda økinum eystantil var somuleiðis hundrað alnir breitt.
v15
Og hann máldi longdina á bakhúsinum, ið stóð aftanvert fram við avgirda økinum; hon var hundrað alnir. Aðalhúsið, innhúsið og forsalurin ytri
v16
vóru bróstað. Gluggar, ið víðkaðust inneftir, góvu ljós í øllum trimum hølunum. Og veggirnir har inni vóru bróstaðir frá gólvi upp at gluggum.
v17
Og frá durunum allan vegin innar at innhúsinum vóru bróstini alt íkring sett við skurðverkum
v18
av kerúbum og pálmum; millum hvørja tveggja kerúba var ein pálmi; og hvør kerúbur hevði tvey andlit.
v19
Mansandlitið horvdi móti pálmanum øðrumegin, og ljónsandlitið horvdi móti pálmanum hinumegin; soleiðis var um alt templið.
v20
Frá gólvi upp at gluggum vóru gjørdir kerúbar og pálmar á bróstinum í aðalhúsinum.
v21
Við dyr aðalhúsins vóru fýrhyrntir durastavir. Og fyri framman halgidómin var eitthvørt, ið líktist altari av træi;
v22
tað var tríggjar alnir høgt, tvær alnir langt og tvær alnir breitt, á tí vóru horn; og undirstabbi og liðarveggir vóru úr viði. Og hann segði við meg: Hetta er borðið, ið stendur frammi fyri Harranum.
v23
Á aðalhúsinum vóru tvær veingjahurðar;
v24
somuleiðis vóru tvær veingjahurðar á halgidóminum; hvør veingjahurðin, ið gekk á leikindum, var úr tveimum borðum, tvey hvørjumegin.
v25
Tær vóru lagdar við skurðverki av kerúbum og pálmum eins og bróstini. Fyri uttan forsalin var takskýli av træi.
v26
Har vóru rimaðir gluggar og pálmar á veggjum forsalsins báðumegin.
|