|
Ezekiel, kapittul 36
Harrin endurreisir fólkið
v1
Men tú, mansbarn, profetera um Ísraels fjøll og sig: Tit Ísraels fjøll, hoyrið orð Harrans!
v2
So sigur Harrin, drottin: Av tí at fíggindin rópaði eftir tykkum: Há, há! Hasar fyrndargomlu toftirnar, nú eru tær okkara ogn!
v3
tessvegna profetera tú og sig: So sigur Harrin, drottin: Av tí at grannatjóðirnar hava oytt og girnast tykkum, og hinar tjóðirnar hava ognað sær tykkum, og av tí at tit eru komnir út í orð og verða spiltir út av monnum,
v4
tessvegna hoyrið, tit Ísraels fjøll, orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin, við fjøllini og heyggjarnar, við gilini, dalarnar og oyðitoftirnar og hinar avtoftaðu borgirnar, ið eru vorðnar herfongur og spott fyri hinar tjóðirnar, ið kring tykkum búgva,
v5
tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vissuliga skal eg tala í brennandi vandlæti mínum móti hinum tjóðunum og øllum Edóm, sum av øllum hjartans fagnaði og í háðisligari girnd hava ætlað sær land mítt til ognar við at reka íbúgvar tess burtur og ræna tað!
v6
Profetera tí um Ísraels land og sig við fjøllini og heyggjarnar og gilini og dalarnar: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal tala í vandlæti mínum og bræði, av tí at tit bera háðan tjóðanna!
v7
Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eg hevji hond mína og svørji: Vissuliga skulu tær tjóðir, ið kring tykkum búgva, sjálvar bera háðan sína!
v8
Men tit, Ísraels fjøll, skulu skjóta greinum og bera fólki mínum Ísrael ávøkst; tí at skjótt munnu teir koma heim aftur.
v9
Tí at sí, eg komi og snúgvi mær til tykkara; og tit skulu verða velt og sáað.
v10
Eg man fjølga á tykkum fólkið, alt Ísraels hús; borgirnar skulu verða bygdar og toftirnar reistar av nýggjum.
v11
Eg fjølgi á tykkum fólk og fenað, ja, teir skulu fjølgast og nørast; og eg skal lata tykkum verða bygd eins og í forðum og sýna tykkum enn meira góðvild enn áður; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
v12
Eg lati menn ganga á tykkum, fólk mítt Ísrael; teir skulu taka teg til ognar, og tú skalt verða ognarlutur teirra og ikki meira gera teir barnleysar.
v13
So sigur Harrin, drottin: Av tí at teir siga við teg: Tú ert mannaátari og ert von við at gera fólk títt barnleyst!
v14
tí skalt tú ikki meira eta menn og ikki meira gera fólk títt barnleyst, sigur Harrin, drottin.
v15
Og eg skal ikki longur lata teg hoyra háðan tjóðanna; og tú skalt ikki meira bera vanmetan heidninganna, og fólk títt skalt tú ikki meira gera barnleyst, sigur Harrin, drottin.
Harrin vil reinsa og fjølga fólkið og geva tí nýtt hjarta
v16
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v17
Tú, mansbarn! Meðan Ísraels ætt búði í landi sínum, gjørdu teir tað óreint við atferðum sínum og gerðum; eins og óreinskan hjá hini mánasjúku var atferð teirra fyri mær.
v18
Tá helti eg út vreiði mína yvir teir fyri tað blóð, ið teir høvdu helt út í landinum, og vegna tess, at teir høvdu gjørt tað óreint við hjágudum sínum.
v19
Eg spjaddi teir um millum tjóðanna og syndraði teir út um londini; eftir atferð og gerðum teirra dømdi eg teir.
v20
Soleiðis komu teir út millum tjóðanna; og hvar teir komu, vanhalgaðu teir mítt heilaga navn, við tað at sagt varð um teir: Hetta er fólk Harrans, og tó noyddust teir at fara burtur úr landi sínum!
v21
Tá neit tað meg sárt, at Ísraels hús soleiðis vanhalgaði mítt heilaga navn úti millum tjóðanna, hvar teir komu.
v22
Sig tí við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Tað er ikki tykkara vegna, hús Ísraels, at eg taki mær um reiggj, men heldur vegna mítt heilaga navn, ið tit hava vanhalgað úti millum tjóðanna, hvar tit komu.
v23
Eg skal halga mítt mikla navn, ið verður vanhalgað úti millum tjóðanna, við tað at tit hava vanhalgað tað teirra millum; og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, sigur Harrin, drottin, tá ið eg sýni heilagleika mín á tykkum fyri eygsjón teirra.
v24
Eg man taka tykkum burtur úr tjóðunum og savna tykkum saman úr londunum og flyta tykkum heim aftur í land tykkara.
v25
Tá støkki eg reint vatn á tykkum, so at tit verða reinir; eg man reinsa tykkum frá øllum óreinskum og hjágudum tykkara.
v26
Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda tykkum í bróst; steinhjartað taki eg burtur úr likami tykkara og gevi tykkum hjarta av holdi.
v27
Anda mín leggi eg tykkum í bróst og fái tað so í lag, at tit fara eftir fyriskipanum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey.
v28
Tit skulu búgva í tí landinum, sum eg gav fedrum tykkara, og tit skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð tykkara.
v29
Eg man frelsa tykkum undan øllum óreinskum tykkara; eg man kalla á kornið og margfaldi tað, og eg lati ikki aftur hungursneyð koma yvir tykkum.
v30
Eg man margfalda ávøkstin á trøunum og gróðurin á markini, til tess at tit ikki meira verða háðaðir tjóðanna millum vegna hungurs.
v31
Tá munnu tit minnast á tykkara vándu atferð og á gerðir tykkara, sum ikki vóru góðar, og tykkum man standast við tykkum sjálvar vegna misgerðir og andstygdir tykkara.
v32
Ikki er tað tykkara vegna, at eg taki mær um reiggj, sigur Harrin, drottin; tað skulu tit vita! Skammist og verið lotir av atferð tykkara, Ísraels hús!
Harrin endurreisir fólkið
v33
So sigur Harrin, drottin: Á tí degi, tá ið eg reinsi tykkum frá øllum misgerðum tykkara, lati eg borgirnar verða bygdar aftur og hús verða reist úr toftum;
v34
hitt oydda landið skal verða dyrkað í staðin fyri at liggja í oyði fyri eygsjón alra teirra, ið koma framvið.
v35
Tá skal tað ljóða: Hetta landið, sum lá í oyði, er nú vorðið eins og Edens garður; og borgirnar, sum lógu avtoftaðar og sorlaðar og smildraðar, eru nú víggirdar og bygdar.
v36
Tá munnu tjóðirnar, ið eftir eru kring tykkum, viðurkenna, at eg, Harrin, havi bygt upp aftur tað, sum niðurbrotið var, og gróðursett tað, sum lagt var í oyði. Eg, Harrin, havi talað og man útinna tað.
Harrin vil reinsa og fjølga tað og geva tí nýtt hjarta
v37
So sigur Harrin, drottin: Eisini hesa bøn vil eg veita Ísraels húsi: Eg skal lata mannfjøldir teirra økjast eins og seyðafylgi.
v38
Eins og fjøldir av offurdjórum og seyðafylgi fylla Jerúsalem á hátíðunum, soleiðis skulu hinar avtoftaðu borgirnar verða fyltar av mannafylgjum, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
|