|
Ezekiel, kapittul 21
Svørð Harrans móti Jerúsalem
v1
Og orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v2
Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Jerúsalem og lat talu tína streyma móti halgidóminum og profetera móti Ísraels landi
v3
og sig við Ísraels land: So sigur Harrin: Sí, eg ráðist á teg og dragi svørð mítt úr slíðrum og avoyði hjá tær bæði rættvís og gudleys.
v4
Av tí, at eg ætli at avoyða hjá tær bæði rættvís og gudleys, skal svørð mítt fara úr slíðrum móti øllum holdi úr suðri og í norður.
v5
Og alt hold skal viðurkenna, at eg, Harrin, havi drigið svørð mítt úr slíðrum; tað skal ikki fara aftur í teir meira.
v6
Og tú, mansbarn, stynja av pínu eins og lendar tínar vóru brotnar, stynja fyri eygsjón teirra!
v7
Og um teir siga við teg: Hví stynur tú? Tá skalt tú svara: Yvir eini tíðindi; tí at tá ið tey koma, tá munnu øll hjørtu bráðna, allar hendur verða máttleysar, hvør hugur bila og øll knø fara sundur sum vatn. Sí, tey koma og verða sannað, sigur Harrin, drottin.
v8
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v9
Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin: Svørð, hvast svørð, brýnt skínandi,
v10
brýnt til at slátra við, so at snarljósini ganga frá tí;
v11
eg læt brýnara fáa tað, til tess at hann skuldi taka tað í hondina; nú er tað hvast og skínandi og skal fáast drápsmanninum upp í hendur.
v12
Mansbarn, rópa og eymka teg, tí at tað kemur yvir fólk mítt og allar høvdingar Ísraels; saman við fólki mínum koma teir allir undir svørðið; tessvegna skalt tú sláa teg á lendar,
v13
sigur Harrin, drottin.
v14
Og tú, mansbarn, profetera og slá saman hendur; ger svørðið sum tvey, ja, sum trý! Svørð hinna vignu, svørð hins mikla vanhalgara; lat tað loypa ræðslu á teir,
v15
so at dirvið dovnar, og mangir falla við øll borgarlið teirra. Drepandi bregði eg brandinum, gjørdur til at senda snarljós, brýndur til slátranar.
v16
Tú brandur, jarðlegg bæði til høgru og vinstru alt, sum oddur tín kemur at!
v17
Tá skal eisini eg sláa saman hendur og svala vreiði míni. Eg, Harrin, havi talað!
Bábelkongur við vegamótið; fyrst skal svørðið koma yvir Jerúsalem
v18
Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi:
v19
Og tú, mansbarn, ger tær tveir vegir fyri svørð Bábelkongs at koma eftir; teir skulu báðir liggja út frá sama landi; og set upp varða har, sum borgarvegirnir skiljast,
v20
so at svørðið bæði kemur til Rabba í landi Ammonita og til Júda og Jerúsalem í miðjum Júda.
v21
Tí at Bábelkongur stendur á vegamótinum har, sum báðir vegirnir skiljast, til tess at leita ráð við gudar; hann ristir ørvarnar, spyr húsgudarnar og rannsakar livrina.
v22
Í høgru hond hans er luturin Jerúsalem; hann letur upp munnin og hevjar glymjandi herróp til tess at reisa múrbrótara móti borgarliðinum og laða upp hervirki og reisa vígtorn.
v23
Eiðirnar, sum teir høvdu svorið Guði, virdu teir ikki meira enn lygispádómar. Men hann skal minnast misgerð teirra, so at teir verða tiknir á hondum.
v24
Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit hava sjálvir mint á misgerðir tykkara, við tað at trúnaðarslit tykkara varð opinberað, so at syndir tykkara sóust týðuliga av øllum, ið tit høvdust at – av tí, at tit við teimum hava sjálvir gjørt tykkum kunnar, skulu tit verða tiknir á hondum.
v25
Og tú, gudleysi vanhalgari, høvdingi Ísraels, tín tími er komin, og tín synd er fullbúgvin!
v26
So sigur Harrin, drottin: Takið høvuðskreytið av honum! Niður við krúnuni! Hetta skal ikki longur vera svá! Upp við hinum lága og niður við hinum høga!
v27
At toftum, toftum, toftum geri eg ríkið! Tað skal ikki meira vera til, til hann kemur, sum hevur rættin til tess, og sum eg gevi tað.
Svørðið skal síðan koma yvir Ammonitar
v28
Og tú, mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin, um Ammonitar og háðan teirra! Sig: Svørð, svørð er drigið úr slíðrum til tess at slátra niður; tað er brýnt, so at snarljós fúka av tí,
v29
meðan teir boða tær fáfongdarsjónir og spáa lygnir fyri tær til tess at seta svørðið á háls hinna gudleysu vanhalgara; hjá teimum er tímin komin, og misgerðir teirra eru fullbúnar.
v30
Far heim aftur í borg tína; eg skal døma teg á tí staði, har sum tú varðst skapaður, í tí landi, har sum tú ert upprunnin.
v31
Eg vil úthella vreiði mína yvir teg og lata bræði mína brenna ímóti tær og geva teg upp í hendurnar á monnum, ið eru grammir og kønir í at avoyða.
v32
Tú skalt verða eldinum til føðslu; blóð títt skal verða grivið niður í jørðina, so at eingin minnist til tín; tí at eg, Harrin, havi talað.
|