|
Ezekiel, kapittul 27
Týrus í stórleika skipi lík
v1
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v2
Tú mansbarn, hevja harmljóð um Týrus
v3
og sig við Týrus, ið liggur við havsins inngongd og rekur keypskap við tjóðirnar á teim mongu oyggjalondum: So sigur Harrin, drottin: Týrus, tú hugsaði: Fagurleiki mín er fullkomin!
v4
Teir bygdu teg úti í havinum, gjørdu teg frábera fagra.
v5
Úr siprisviði úr Senir gjørdu teir øll tíni borð, og úr Libanon tóku teir sedrisvið og gjørdu úr honum mastur tína.
v6
Úr Básjans hægstu eikjum gjørdu teir árar tínar, tiljurnar smíðaðu teir av furuviði frá Kitteanna strondum.
v7
Segl tíni vóru av marglittum egyptiskum líni, av bláum og reyðum purpuri frá Elisja strondum var tak títt.
v8
Men úr Zidon og Arvad vóru røðarar tínir; hinir skynsamastu úr Záreptu, teir vóru stýrimenn tínir.
v9
Gebals elstu og hagleiksmenninar har hevði tú til at bøta lekar tínar.
Stórkeypskapur Týrusar
Øll skip á havinum og farmenn teirra komu til tín at keypa varning.
v10
Menn úr Páras, Lud og Put vóru hermenn í heri tínum; teir hongdu skildir og hjálmar upp hjá tær og veittu tær tign.
v11
Hermenn úr Arvad stóðu á borgargørðum tínum alt íkring og Gammaditar í tornum tínum; teir hongdu skildir sínar upp á borgargarðar tínar alt íkring og gjørdu teg frábera fagra.
v12
Tarsis rak keypskap við teg, av tí at tú átti miklan eyð; silvur, jarn, tin og blýggj góvu teir tær fyri varning tín.
v13
Jávan, Túbal og Mesjek róku keypskap við teg; teir fluttu trælir og koparvørur á sølutorg tíni.
v14
Tógarmamenn góvu tær klyvjaross og reiðhestar og múldýr aftur fyri vørur tínar.
v15
Ródosbúgvar handlaðu við teg, mangir oyggjaskeggjar vóru keypineytar tínir; fílabein og íbenvið greiddu teir tær í skatt.
v16
Edóm handlaði við teg, av tí at tú átti mangar ídnaðarvørur; karfunkulreytt purpur, marglitt vovin pløgg, lín, kórallar og jaspis lótu teir fyri vørur tínar.
v17
Júda og Ísraels land róku keypskap við teg; hveiti úr Minnit, bakkulsi og hunang, olju og balsam góvu teir í býti.
v18
Dámaskus handlaði við teg, av tí at tú hevði nøgdir av alskyns ídnaðarvørum; teir komu við víni úr Helbon og ull úr Záhar.
v19
Vedan og Jávan góvu gripir úr Uzzali fyri vørur tínar. Smíðað jarn, kassia og kalmus fekst tú í býti.
v20
Dedan handlaði við teg við saðlaklæðum til at ríða á.
v21
Árábar og allir Kedars høvdingar róku keypskap við teg; teir seldu tær lomb, veðrar og havrar.
v22
Keypmenn úr Sába og Ráma handlaðu við teg; hin dýrmætasta balsam og alskyns gimsteinar og gull lótu teir fyri vørur tínar.
v23
Káran, Kanne og Eden, Assursmenn og allir Medar róku keypskap við teg.
v24
Teir handlaðu við teg við skartklæðum og marglitt vovnum purpurmøtlum, litaðum ábreiðum og fastløgdum reipum á sølutorgi tínum.
v25
Tarsisknørrir fluttu vørur tínar; og soleiðis varðst tú fullfermd og søkklaðin úti í miðjum havi.
Fall Týrusar
v26
Røðarar tínir fingu teg út í rúman sjógv. Tá kom eystanvindurin og breyt teg sundur í miðjum havi.
v27
Eyður tín og vørur tínar, vinningur tín, manning og stýrimenn tínir, teir, ið bøta lekar tínar, og teir, ið handla við teg, alt herfólk títt og allar mannfjøldirnar, ið eru umborð á tær, søkka niður í havið á tí degi, tá ið tú gongur burtur.
v28
Stýrimenn tínir skulu stynja, so at markirnar skelva.
v29
Tá munnu allir, ið sita við árarnar, fara av skipum sínum, farmenn og allir stýrimenn fara á land.
v30
Teir skulu hevja rødd sína yvir teg og kvarta sáran, oysa mold yvir høvur sítt og velta sær í dustinum,
v31
raka seg berskøllutar tín vegna og lata seg í sekk, gráta yvir teg av tungum móði við sárari kvartan,
v32
eymkandi hevja harmljóð um teg og siga: Hvør var sum Týrus, ið nú liggur tigandi úti í havinum!
v33
Tá ið vørur tínar komu inn av havinum, mettaði tú mangar tjóðir; við tínum mikla eyði og varningi gjørdi tú jarðarinnar kongar ríkar.
v34
Men nú liggur tú brotin á havinum, í teimum djúpu vøtnum; allar vørur og mannfjøldir tínar fóru við tær.
v35
Allir oyggjaskeggjar øtaðust yvir teg, kongar teirra ønskraðust og bliknaðu.
v36
Keypmenn teirra bríksla háðandi eftir tær; tú ert til at øtast yvir, farin med alla.
|