|
Ezekiel, kapittul 48
Landið sundurskift: Sjey ættir fyri norðan
v1
Hesi eru nøvn ættanna: Longst norðuri frá havinum til Hetlon, og hagar sum leiðin liggur til Hámat, og haðan til Házar-Enon við Dámaskusar landamarki norðantil fram við Hámat; frá eystursíðuni alt at vestursíðuni: Dán, ein landslut.
v2
Og fram við Dáns landaøki frá eystri til vesturs: Ásjer, ein landslut.
v3
Og fram við Ásjers landaøki frá eystri til vesturs: Naftali, ein landslut.
v4
Fram við Naftali landaøki frá eystri til vesturs: Manasse, ein landslut.
v5
Fram við Manasse landaøki frá eystri til vesturs: Efraim, ein landslut.
v6
Fram við Efraims landaøki frá eystri til vesturs: Ruben, ein landslut.
v7
Fram við Rubens landaøki frá eystri til vesturs: Júda, ein landslut.
Hin heilagi offuravskurðurin
v8
Og fram við Júda landaøki frá eystri til vesturs skal tað landaøkið, sum tit skulu lata sum offuravskurð, vera tjúgu og fimm túsund alnir breitt og javnlangt einum av ættarlutunum frá eystursíðuni at vestursíðuni; á miðjum hesum øki skal halgidómurin standa.
v9
Offuravskurðurin, ið tit skulu veita Harranum, skal vera tjúgu og fimm túsund alnir langur og tjúgu túsund alnir breiður.
v10
Og teimum, ið nú skulu nevnast, skal hesin heilagi offuravskurður hoyra til: Prestarnir skulu hava øki, sum norðantil er tjúgu og fimm túsund alnir langt, vestantil tíggju túsund alnir breitt, eystantil tíggju túsund alnir breitt og sunnantil tjúgu og fimm túsund alnir langt. Á miðjum tí skal halgidómur Harrans vera.
v11
Hinum heilagu prestunum, Zádoks eftirkomarum, ið varðveittu tænastu mína og ikki viltust eins og Levitarnir ta ferðina, tá ið Ísrael viltist av leið,
v12
teimum skal tað hoyra til sum offuravskurður av landsins offuravskurði, sum háheilagt øki fram við landsluti Levita.
v13
Og Levitarnir skulu hava landaøki av somu stødd sum landaøki prestanna, tjúgu og fimm túsund alnir langt og tíggju túsund alnir breitt, soleiðis at øll longdin verður tjúgu og fimm túsund alnir og øll breiddin tjúgu túsund alnir.
v14
Tit mega einki selja av tí ella skifta tað burtur; hesin frumgróður landsins má ikki ganga yvir í annars mans eigu, tí at hann er halgaður Harranum.
v15
Men tað fimm túsund alnir breiða økið, sum eftir er av offuravskurðsins breidd fram við teimum tjúgu og fimm túsund alnunum, skal vera óheilagt land borgini til bústaða og beitilendis, og í miðjuni skal borgin standa.
v16
Og hetta er mát hennara: Norðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, suðurliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir, eysturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir og vesturliðin fýra túsund og fimm hundrað alnir.
v17
Og beitilendi borgarinnar skal vera tvey hundrað og fimti alnir norðantil, tvey hundrað og fimti alnir sunnantil, tvey hundrað og fimti alnir eystantil og tvey hundrað og fimti alnir vestantil.
v18
Úrtøkan av tí øki, sum enn er eftir fram við hinum heilaga avskurðinum, tíggju túsund alnir eystantil og tíggju túsund alnir vestantil, hon skal vera íbúgvum borgarinnar til føðslu.
v19
Viðvíkjandi íbúgvum borgarinnar skal vera soleiðis, at teir, ið byggja hana, eru av øllum Ísraels ættum.
v20
Í alt skulu tit lata av hendi sum offuravskurð tjúgu og fimm túsund alnir í fýrhyrning, hin heilaga offuravskurð umframt jarðarogn borgarinnar.
v21
Tað, sum eftir er, skal hoyra landshøvdinganum til, tað sum liggur báðumegin hin heilaga offuravskurðin og jarðarogn borgarinnar, eystanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar, alt at eysturmarkinum, og vestanvert við hinar tjúgu og fimm túsund alnirnar alt at vesturmarkinum, samsvarandi landslutum ættanna, tað skal hoyra landshøvdinganum til; hin heilagi offuravskurðurin við halgidóminum í miðjuni;
v22
og jarðarogn Levitanna og borgarinnar skal liggja mitt í tí, sum landshøvdinganum ognast. Millum landaøki Júda og landaøki Benjamins skal landslutur landshøvdingans liggja.
Fimm ættir fyri sunnan
v23
Síðan koma hinar ættirnar, ið eftir eru, frá eystri til vesturs: Benjamin, ein landslut.
v24
Fram við Benjamins landaøki frá eystri til vesturs: Símeon, ein landslut.
v25
Fram við Símeons landaøki frá eystri til vesturs: Issakar, ein landslut.
v26
Fram við Issakars landaøki frá eystri til vesturs: Zebulon, ein landslut.
v27
Fram við Zebulons landaøki frá eystri til vesturs: Gád, ein landslut.
v28
Og fram við Gáds landaøki sunnantil skal landamarkið ganga frá Támar yvir Meriba-vøtn við Kádesj alt at ánni og út í meginhavið.
v29
Hetta er landið, sum tit við lutakasti skulu skifta sundur Ísraels ættum til arvaluts; og hesir eru landslutir teirra, sigur Harrin, drottin.
Lið á halguborg og nøvn teirra
v30
Hesar eru útgongdir borgarinnar – og eru lið borgarinnar nevnd eftir Ísraels ættum:
v31
Á norðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; eitt er Rubens lið, annað Júda lið og triðja Levi lið.
v32
Á eystursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Jósefs lið, annað Benjamins lið og triðja Dáns lið.
v33
Á suðursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Símeons lið, annað Issakars lið og triðja Zebulons lið.
v34
Á vestursíðuni, sum er fýra túsund og fimm hundrað alnir long, eru trý lið; tað fyrsta er Gáds lið, annað Ásjers lið og triðja Naftali lið.
v35
Alt íkring eru átjan túsund alnir. Og navn borgarinnar skal frá tí degi vera: Harrin er har.
|