|
Ezekiel, kapittul 37
Hitt deyða fólkið verður livandi
v1
Hond Harrans kom yvir meg og førdi meg í andanum út og slepti mær í miðjum dalinum; hann var fullur av mannabeinum.
v2
Og hann leiddi meg um tey allar vegir, og sí, har lógu tey í stórum rúgvum; tey vórðu upptornað.
v3
Og hann segði við meg: Mansbarn! Man lív koma aftur í hesi beinini? Eg svaraði: Harri, drottin, tú veitst tað!
v4
Tá segði hann við meg: Profetera yvir hesum beinunum og sig við tey: Tit upptornaðu bein, hoyrið orð Harrans!
v5
So sigur Harrin, drottin, um hesi bein: Sí, eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi.
v6
Eg leggi sinar um tykkum og lati hold vaksa á tykkum og dragi húð aftur yvir tykkum; og eg lati anda koma í tykkum, so at tit verða livandi, og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
v7
Eg gjørdi tá, sum mær var boðið; men meðan eg profeteraði, sí, tá hoyrdist tysan og brakan, og beinini tóku at nærkast hvørt aftur at øðrum.
v8
Og eg sá, hvussu sinar vórðu lagdar um tey, hvussu holdið vaks fram, og hvussu húðin varð drigin aftur yvir; men andi var eingin í teimum.
v9
Tá segði hann við meg: Tala við andan, profetera, tú mansbarn, og sig við andan: So sigur Harrin, drottin: Andi, kom úr hinum fýra ættunum og anda í hesar vignu menn, at teir mega livna við aftur!
v10
Eg profeteraði nú, eins og mær var boðið; tá kom andin í teir, og teir livnaðu við og fóru á føtur, ovurstórur herur.
v11
Síðan segði hann við meg: Mansbarn! Hesi bein eru allir Ísraelsmenn; sí, teir siga: Bein okkara eru upptornað og vón okkara brotin; vit eru farnir!
v12
Profetera og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk mítt, rísa upp úr gravum tykkara og føri tykkum inn í Ísraels land.
v13
Og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg opni gravir tykkara og lati tykkum, fólk mítt, rísa upp úr gravum tykkara.
v14
Eg leggi tykkum anda mín í bróstið, so at tit livna við aftur, og lati tykkum búgva í landi tykkara; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin. Eg havi talað og man útinna tað, sigur Harrin.
Efraim og Júda fáa kong saman
v15
Orð Harrans kom til mín soljóðandi:
v16
Tú, mansbarn, tak tær stav og rita á hann: Júda og teir Ísraelsmenn, sum eru saman við honum. Tak tær síðan annan stav og rita á hann: Jósef, stavur Efraims, og allir Ísraelsmenn, sum eru saman við honum.
v17
Bind teir saman, so at teir verða til ein stav í hond tíni.
v18
Og tá ið landar tínir siga við teg: Vilt tú ikki siga okkum, hvat tú hevur í hyggju við hesum?
v19
tá skalt tú svara teimum: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg taki stav Jósefs, sum er í hondini hjá Efraim og hjá teimum Ísraels ættargreinum, sum eru saman við honum, og bindi hann aftur at stavi Júda, so at teir verða ein stavur í hond Júda.
v20
Og stavirnar, sum tú ritar á, skalt tú hava í hondini, so at teir mega síggja teir.
v21
Og tala síðan til teirra: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg taki Ísraelsmenn burtur úr tjóðunum, ið teir vóru farnir til, og savni teir saman úr øllum ættum og leiði teir aftur inn í land sítt.
v22
Og eg geri teir til eina tjóð í landinum á Ísraels fjøllum; teir skulu allir hava ein kong og ikki meira vera tvær tjóðir ella skiftir í tvey kongaríki.
v23
Teir skulu ikki aftur óreinsa seg av hjágudum sínum og andstygdum ella við trúnaðarslítan síni; eg skal frelsa teir frá øllum fráfalssyndum teirra og reinsa teir; og teir skulu vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra.
v24
Tænari mín Dávid skal vera kongur yvir teimum; og teir skulu allir hava ein hirða og gera eftir lógboðum mínum og varðveita fyriskipanir mínar og halda tær.
v25
Teir skulu búgva í tí landinum, sum eg gav tænara mínum Jákupi, og sum fedrar teirra búðu í; teir og børn teirra og barnabørn skulu búgva í tí allar ævir; og tænari mín Dávid skal vera høvdingi teirra ævinliga.
v26
Og eg man gera friðarsáttmála við teir; ævigur sáttmáli skal tað vera; og eg man gera teir fjølmentar og lata halgidóm mín ævinliga vera teirra millum.
v27
Bústaður mín skal vera hjá teimum; eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt.
v28
Og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, ið halgar Ísrael, tá ið halgidómur mín verður tykkara millum um allar ævir.
|