|
Ezekiel, kapittul 29
Spádómur um Egyptaland (29.-32. kap.). Fárao, hin mikli sjódreki, skal farast
v1
Tíggjunda árið, á tólvta degi hins tíggjunda mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi:
v2
Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Fárao, Egyptalands kongi, og profetera móti honum og øllum Egyptalandi:
v3
Tala og sig: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg skal ráðast á teg, Fárao, Egyptalands kongur, tú mikli sjódreki, sum liggur og bólast úti í miðjum áarstreymum tínum og sigur: Níláin er mín, eg havi sjálvur gjørt hana!
v4
Eg krøki onglar í kjálkar tínar og lati fiskin í áarstreymum tínum loða við reistur títt.
v5
Eg tveiti teg út í oyðimørkina við øllum fiskinum í áarstreymum tínum, úti á berajól skalt tú liggja, eingin skal taka teg upp ella jarða teg. Jarðarinnar djórum og himinsins fuglum gevi eg teg til føðslu.
v6
Viðurkenna skal hvør Egypti, at eg eri Harrin. Av tí at tú hevur verið Ísraels húsi stavur av sevi –
v7
tú støkst sundur, tá ið teir trivu um teg, og skræddi alla hondina á teimum; tá ið teir studdust við teg, brotnaði tú, so at teir skinklaðu í mjødnum –
Egyptaland leggjast í oyði
v8
tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg skal lata svørðið koma yvir teg og avoyða hjá tær bæði fólk og fenað.
v9
Egyptaland skal verða oyði og reyn; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, av tí at tú segði: Níláin er mín, eg havi sjálvur gjørt hana!
v10
Sí, tessvegna ráðist eg á teg og á áarstreymar tínar og geri Egyptaland at oyði og reyni frá Migdol til Sýene og alt at landamarki Blálands.
v11
Hvørki fólk ella fenaður skal seta sín fót har, og eingin skal fara um har; í fjøruti ár skal tað liggja óbygt.
v12
Eg lati Egyptaland liggja óbygt millum landa, sum liggja í oyði; í fjøruti ár skulu borgir tess liggja avtoftaðar millum borga í toftum. Eg reki Egyptar út millum tjóðanna og spjaði teir út um londini.
Síðan skal Egyptaland rísa aftur og verða lítið ríki
v13
Tí at so sigur Harrin, drottin: Tá ið fjøruti ár eru umliðin, man eg savna teir saman úr tjóðunum, har sum teir vóru spjaddir um;
v14
og eg man venda lagnu Egyptalands og føra teir aftur í landið Pátros, har sum teir eru upprunnir, og har skulu teir vera lítið ríki.
v15
Tað skal vera minni enn onnur ríki, so at teir ikki hevja seg aftur yvir aðrar tjóðir; eg geri teir fámentar, til tess at teir ikki meira skulu valda tjóðunum.
v16
Teir skulu ikki meira vera álit hjá Ísraels húsi og minna á misgerð tess, tá ið tað bindur felag við teir; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
Nebukadnezar
v17
Tjúgunda og sjeynda árið, á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi:
v18
Mansbarn! Nebukadnezar, Bábelkongur, hevur latið herlið sítt vinna mikið verk á Týrus; hvørt høvur er vorðið berskøllut og allar akslar meiðslaðar; men hvørki hann ella herlið hans hevur fingið nakra løn av Týrus aftur fyri tað verkið, sum hann hevur vunnið á henni.
v19
Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg gevi Nebukadnezari, Bábelkongi, Egyptaland; hann skal flyta burtur eyð tess, taka herfong har og ræna; tað skal vera lønin hjá herliði hans.
v20
Sum løn fyri verk hans gevi eg honum Egyptaland, tí at fyri meg hava teir vunnið, sigur Harrin, drottin.
Vón Ísraels
v21
Á tí degi lati eg Ísraels húsi horn vaksa fram, og tá man eg geva tær upplatnan munn teirra millum, til tess at teir viðurkenna, at eg eri Harrin.
|