|
Ezekiel, kapittul 16
Synd, revsing og frelsa Jerúsalems
v1
Orð Harrans kom til mín soleiðis:
v2
Mansbarn, ger Jerúsalem andstygdir hennara kunnar
v3
og sig: So sigur Harrin, drottin, um Jerúsalem: Uppruni og ættarupphav títt er úr Kánáanlandi; faðir tín var Ámoriti og móðir tín hetitisk.
v4
Og tað er at siga um føðing tína, at tann dagin, tú varðst borin í heim, var nalvastrongur tín ikki avskorin; tú varðst ikki tváað við vatni, heldur ikki gníggjað við salti ella reivað;
v5
eingin eymkaði teg so mikið, at hann veitti tær nakað av hesum til tess at várkunna tær, men tú varðst tveitt út á víðavang; so lítið var lív títt mett á tí degi, tá ið tú vart fødd.
v6
Tá kom eg fram á teg, har tú lást og spraklaði í blóði tínum, og eg segði við teg: Tú, sum liggur har í blóði tínum, tú skalt lívi halda
v7
og vaksa sum blóman á markini. Og tú komst til og varðst stór av vøkstri og hin fríðasta á ásjón, bróst tíni vórðu hyldlig, og hár títt vaks; men tú vart nakin og ber.
v8
Tá kom eg aftur fram á teg og sá teg; og sí, tíð tín var komin, ástartími tín; tá breiddi eg skikkjufald mín yvir teg og huldi nakni títt, og eg trúlovaðist tær og gjørdi sáttmála við teg, sigur Harrin, drottin; og tú varðst mín.
v9
Síðan tváaði eg tær við vatni og skolaði blóðið burtur av tær og salvaði teg við olju.
v10
Eg læt teg í glitklæði, fekk tær skógvar av sækúgvaskinni og fald av egyptiskum líni og huldi teg í silki;
v11
eg skrýddi teg við skreyti, legði armringar um skøvningar tínar og festi um háls tín,
v12
gav tær nasaring og oyrnagull og setti glæsiliga krúnu á høvur títt;
v13
tú varðst skrýdd í gulli og silvuri; klædnaður tín var úr egyptiskum líni og silki í marglittum vevnaði; fínt mjøl, hunangur og olja var matur tín; og tú varðst avbæra fríð á ásjón og so eydnurík, at tú náddi drotningartign.
v14
Tú varðst navnfrom úti millum heidna tjóða vegna fagurleika tín; tí at hann var fullkomin fyri tað skart, sum eg hevði skrýtt teg við, sigur Harrin, drottin.
v15
Men tú lætst fagurleikan vera álit títt; tú varðst horfikin av frægd tíni og helti út hordóm tín yvir hvønn vallara, ið kom framvið og gjørdist hansara.
v16
Av klæðum tínum gjørdi tú tær marglittar offurheyggjar og dreivst hor á teimum,
v17
og tú tókst gersimar tínar av tí gulli og silvuri, sum eg hevði givið tær, og gjørdi tær kallmannamyndir og dreivst hor við teimum.
v18
Tú huldi tær við glitklæðum tínum og setti olju mína og roykilsi beint fram fyri tær;
v19
breyð mítt, sum eg gav tær, hveitimjølið, oljuna og hunangin, sum eg fekk tær til matna, tað setti tú fram fyri tær til vælangandi royk, sigur Harrin, drottin.
v20
Og tú tókst synir tínar og døtur, sum tú hevði alt mær, og blótaði tey teimum til føðslu. Var hordómur tín tær ikki nóg mikið,
v21
at tú eisini slátraði børn míni og lætst tey fara gjøgnum eldin teimum til heiðurs?
v22
Men í øllum andstygdum tínum og øllum hordómi tínum mintist tú ikki barnadagar tínar, tá ið tú lást nakin og ber og spraklaði í blóði tínum.
v23
Men oman á alla hesa vándsku tína – vei, vei tær, sigur Harrin, drottin –
v24
bygdi tú tær skøkjuhús og reisti tær skemdarhøli á øllum torgum.
v25
Á hvørjum vegamóti bygdi tú tær skemdarhøli og ósømdi fagurleika tín; tú legði teg gleiðbeinta fyri hvørjum, ið kom framvið og horaðist; uppaftur verri:
v26
Tú dreivst hor við Egyptum, hinum limamiklu gronnum tínum; og horaðist alsamt til tess at reita meg.
v27
Men eg rætti út hond mína móti tær og skerdi konurættindi tíni og gav teg í vald teirra, sum hataðu teg, Filistadøtur, sum skammaðust yvir skemdaratferð tína.
v28
Síðan fórt tú at horast við Assýriumonnum, tí at tú mettaðist ikki; tú dreivst hor við teimum, men fekst ongantíð nóg mikið.
v29
Ja, tín hordómur førdi teg til Kaldealands, og kortini mettaðist tú ikki.
v30
– Hvussu trásjúkt hjarta títt var, sigur Harrin, drottin, tá ið tú gjørdi alt hetta, sum ringastu skøkjur gera –
v31
tá ið tú bygdi tær skøkjuhús á hvørjum vegamóti og gjørdi tær skemdarhøli á øllum torgum. Men tú vart ikki sum aðrar skøkjur, ið savna saman skøkjuløn;
v32
slíkt horkvendi, sum tekur fremmandar heldur enn mann sín! –
v33
tí at tað er vanligt at greiða øllum skøkjum gjald; men tú afturímóti gavst øllum alskarum tínum gjald og ginti teir við gávum til at koma til tín úr øllum ættum og fremja hor við tær.
v34
Tú hevði annað háttalag á tær enn aðrar konur. Eingin rann í horfikni eftir tær; men tú gavst teimum ástarløn og tókst sjálv við ongari; soleiðis vart tú ólík øðrum.
v35
Hoyr tí orð Harrans, tín skøkja!
v36
So sigur Harrin, drottin: Fyri at tú oyddi skomm tína og í horfikni fletti upp um blygd tína frammi fyri øllum ástarmonnum tínum og fyri øllum hinum andstyggiligu hjágudum tínum og vegna blóð barna tína, sum tú blótaði teimum –
v37
sí, tessvegna vil eg savna saman allar ástarmenn tínar, sum høvdu gleði av tær, bæði teir, ið tú elskar, og teir, ið tú hatar; eg vil savna teir saman úr øllum ættum ímóti tær og nekta blygd tína fyri teimum, so at teir fáa at síggja blygd tína alla, sum hon er!
v38
Eg vil lata teg fáa sama dóm, sum konur, ið slíta hjúnaband og úthella blóð; vreiði mín og vandlæti mítt skal teg raka!
v39
Eg gevi teg upp í hendur teirra; og teir skulu ríva niður skøkjuhús títt og bróta sundur skemdarhøli tíni, lata teg úr klæðum tínum; taka skartgripir tínar og lata teg liggja eftir nakna og bera.
v40
Teir skulu stevna saman mannfjøld móti tær og grýta teg við gróti og høgga teg sundur við svørðum sínum.
v41
Teir skulu seta eld á hús tíni og lata revsidóm koma yvir teg fyri eygunum á mongum konum. Soleiðis geri eg enda á horulívi tínum; og tú skalt ikki meira sleppa at geva ástarløn.
v42
Eg svali vreiði mína á tær, til vandlæti mítt víkur frá tær, so at eg fái frið og ikki meira eri reiður.
v43
Aftur fyri at tú ikki mintist ungdómsdagar tínar og reitti meg við øllum hesum, tá vil eg eisini lata atferð tína koma oman yvir teg sjálva, sigur Harrin, drottin. Tú skalt ikki framvegis fremja skemdargerðir oman á allar andstygdir tínar!
v44
Sí, hvør, ið hevur fragd í orðatøkum, skal um teg nýta hetta orðatakið: Eins og móðirin soleiðis dóttirin.
v45
Tú ert dóttir móður tínar, ið rak burtur húsbónda sín og børn síni; og tú ert systir systra tína, ið róku burtur húsbøndur sínar og børn síni. Móðir tykkara var Hetiti og faðir tykkara Ámoriti.
v46
Eldra systir tín var Sámária og døtur hennara, ið búðu fyri norðan teg; og yngra systir tín, ið búði fyri sunnan teg, var Sódoma og døtur hennara.
v47
Víst gekst tú ikki av fyrstu tíð leiðir teirra, og tílíkar andstygdir sum teirra framdi tú ikki, men brátt varðst tú verri enn tær á øllum leiðum tínum.
v48
So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, Sódoma systir tín og døtur hennara hava ikki borið seg so illa at sum tú og døtur tínar.
v49
Sí, synd Sódomu systur tínar var dramblæti; hon og døtur hennara høvdu nøgdir av mati og livdu sorgleyst í náðum, men hjálptu tó ikki hinum neyðstadda og fátæka.
v50
Tær vóru drambsligar og framdu andstygdir fyri eygum mínum, men so skjótt sum eg varð varur við tað, rak eg tær frá mær.
v51
Sámária hevur ikki syndað til helvtar móti tær; tú hevur framt nógv fleiri andstygdir enn tær og soleiðis rættvísgjørt systrar tínar við øllum teimum andstygdum, ið tú hevur framt.
v52
Ber tú tá sjálv nú ósømd tína, tú, sum hevur veitt systrum tínum umbering við syndum tínum, ið eru andstyggiligari enn teirra, so at tær standa rættvísari enn tú. Skammast nú og ber ósømd tína, fyri tað at tú hevur rættvísgjørt systrar tínar.
v53
Og eg skal venda lagnu teirra, lagnu Sódomu og døtra hennara og lagnu Sámáriu og døtra hennara; eisini tíni lagnu skal eg venda teirra millum,
v54
til tess at tú skalt bera ósømd tína og skamma teg yvir alt tað, sum tú hevur gjørt, og vera teimum til ugganar.
v55
Og systrar tínar, Sódoma og døtur hennara, skulu verða aftur tað, sum tær í forðum vóru, og Sámária og døtur hennara skulu verða aftur tað, sum tær í forðum vóru; eisini tú og døtur tínar skulu verða aftur tað, sum tit í forðum vóru.
v56
Navn Sódomu, systur tínar, tókst tú ikki upp á tunguna á dramblætisdøgum tínum,
v57
áður enn blygd tín var nektað eins og nú, ið tú verður vanvird av døtrum Edóms og øllum har íkring og døtrum Filista, sum háðaðu teg allastaðni frá.
v58
Ósømdir tínar og andstygdir skalt tú bera, sigur Harrin.
v59
Ja, so sigur Harrin, drottin: Eg skal gera við teg, eins og tú hevur gjørt, tú, sum vanvirdi eiðin og sleitst sáttmálan.
v60
Men tá vil eg minnast sáttmálan, sum eg gjørdi við teg í ungdómi tínum; og eg vil binda ævigan sáttmála við teg.
v61
Og tú skalt minnast atburð tín og blúgvast við sjálva teg, tá ið eg taki systrar tínar, bæði tær, ið eru eldri enn tú, og tær, ið eru yngri enn tú, og lati teg fáa tær sum døtur, tó ikki av tí at tú heltst sáttmálan.
v62
Og eg vil binda sáttmála við teg, og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin,
v63
til tess at tú við skomm skalt minnast tað og ikki lata munnin upp aftur av skomm yvir sjálva teg, tá ið eg fyrigevi tær alt, sum tú hevur gjørt, sigur Harrin, drottin.
|