Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Eg vil vaka yvir orði mínum.

Bíblian er Guds orð! Tað er nakað grundleggjandi í kristnu trúnni. Men hvussu við grundtekstunum – eru teir væl varðveittir? Hvussu við umsetingunum – eru tær álítandi? Og hvussu er bíblian savnað? Hesar tríggjar spurningar skal eg koma eitt sindur inn á í hesi grein.

Og lat meg siga beinanvegin, at hesi evni eru rúgvismikil og at tað tí er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv pláss er til í eini grein sum hesari! Men eg skal royna at nema við tey allarmest grundleggjandi tingini! Fyrst til grundtekstirnar!


Grundtekstir

Bíblian er Guds orð, ja, men hvør bíblia er Guds orð? Er føroyska umsetingin Guds orð? Ja, tað er hon! Men bara tí at hon er ein røtt endurgeving av teimum upprunaliga handritunum, sum Móses, Dávid, Lukas, Paulus og øll hini skrivaðu! Tí er føroyska umsetingin Guds orð - og bara tí! Tí strangt tikið er Guds orð upprunahandritini! Tey eru Guðs orð til okkara – strangt tikið!
Gud hevur tosað sítt orð til menniskju, sum – undir Heilaga Andans leiðslu – skrivaðu tað niður, Gamla Testamenti (GT) á hebráiskum og Nýggja Testamenti (NT) á griskum. Og tað, sum hesi menniskju skrivaðu niður, er Guds orð, eisini til okkara! Men so hava góð fólk – við heilaga andans hjálp - umsett Guds orð til m.a. føroyskt, so vit føroyingar eisini hava atgongd til Guds orð.
Hetta ljóðar einfalt! Men eg havi við vilja lopið nøkur ting um, sum gera, at tað heila ikki er so einfalt kortini. Bíblian er framvegis Guds orð, eisini føroyska umsetingin, men vegurin frá upprunahandritunum til umsetingina er longri, enn mong geva sær far um.

Upprunahandrit og avskriftir

Trupulleikin er, at einki upprunahandrit er til! Tað, sum er til, er ein rúgva av avskriftum av upprunahandritunum! Men teimum eru ein rúgva til av! Og tað verða framvegis funnin fleiri handrit.
Bøkurnar í GT eru skrivaðar ímillum ár 1.400 og 3-400 f.Kr. Men elsta handrit, sum er til í dag, er frá uml. 250 f.Kr. Við NT er tað eitt sindur øðrvísi, við tað at tíðin millum sjálva skrivingina av bókunum/brøvunum og so elstu handrit, sum eru til í dag, er so stutt. Elsta NT-handrit, sum man veit um í dag, er frá uml. 130 e.Kr. Ein annar munur á GT og NT er, at tað finnast nógv fleiri handrit av NT enn av GT. Man hevur higartil funnið meira enn 5.300 NT-handrit.
Men sum sagt eru tað avskriftir av upprunahandritunum. T.d. hevur Lukas skrivað Áps. So hava ymiskir skrivarar so við og við skriva upprunahandritið av, so fleiri og fleiri meinigheitir kundu fáa atgongd til Áps. Seinni hava so munkar aftur skriva av eftir avskriftunum. Og á tann hátt hava vit fingið hópin av handritum, harav mong eru til í dag.

Avskrivingarfeilir og tekstkritikkur

Men tíverri hevur avskrivingin sett síni spor í tekstin, tí avskrivingarfeilir koma, tá ein tekstur verður kopieraður. Eftir ein langan arbeiðsdag kann sjálvt ein munkur vera troyttur! Eg skal nevna nøkur dømi um avskrivingarfeilir seinni. Tað merkir ikki, at feilir eru í bíbliuni, tí bíbliunnar trúvirði byggir á upprunaligu skriftirnar! Men veruleikin er, at tað ikki er eitt einasta kapitul í allari bíbliuni, har øll handrit eru fullkomiliga eins!

Tí hava vit eitt, sum eitur tekstkritikkur! Tekstkritikkur er ikki tað sama sum bíbliukritikkur! Bíbliukritikkur byggir á ta tankagongdina, at bíblian ikki er Guds orð til okkara, men tankar sum ymisk menniskju (Lukas, Paulus og øll hini) hava gjørt sær um Gud. Tí gongur bíbliukritikkur út frá, at bíblian er líka full av feilum og misskiljingum, sum ein og hvør onnur bók. Og tí viðger bíbliukritikkur eisini bíbliuna sum eina og hvørja aðra bók.

Tekstkritikkur er nakað heilt annað. Tekstkritikkur er í stuttum ein roynd at finna útav, hvussu upprunahandritini hava sæð út! Við at samanbera øll tey handrit (avskriftir), sum finnast, roynir man at finna útav, hvussu avskrivingarfeilirnar eru íkomnir. Á tann hátt ber til at rokna seg aftur til, hvussu teksturin upprunaliga hevur ljóðað.

Her eru nøkur dømi um avskrivingarfeilir:

  1. "Haplografi": Av óvart leypur avskrivarin eitt orð, eitt stavilsi ella ein bókstav um. T.d. tvey orð, har tað fyrra endar við sama bókstavi, sum tað seinna byrjar við. Avskrivarin leypur annan av hesum bókstavum um og tí manglar annað orðið ein bókstav.
  2. "Homoioteleuton": Eitt ella fleiri orð koma fyri tvær ferðir í sama teksti, tí leypur avskrivarin av óvart alt tað um, sum stendir ímillum hetta/hesi orð fyrru og seinnu ferð – tað kann vera ein part av einum setningi ella eitt heilt vers.
  3. "Dittografi": Ein bókstavur ella eitt orð er av óvart skrivað umaftur.
  4. Tveir bókstavir, t.d. D og R, líkjast á hebráiskum og avskrivarin skrivar skeivan bókstav.
    Allir hesir feilir eru íkomnir av óvart – óbevíst! Men tað eru eisini dømi um avskrivingarfeilir, sum tykjast at vera gjørdir við vilja. Ikki fyri at skaða tekstin, men fyri at gera tekstin lættari at skilja.

Nøkur fá dømi:

  1. Mál broytast við tíðini, eisini hebráiskt og griskt. Tí kann avskrivarin hava skift eitt orð, sum ikki longur varð nýtt av teimum hebráiskt- ella griskttalandi, út við eitt annað orð á sama máli, sum var lættari at skilja á hansara døgum.
  2. Bæði í hebráiskum og griskum kann grundorðið í einum setningi liggja í umsøgnini uttan at standa beinleiðis. (Sum í føroyskum: "Havi verið ein túr" merkir "Eg havi verið ein túr".) Avskrivarin hevur so tikið grundorðið, sum er undirforstaðið, við í avskrivingina.
  3. Talan kann eisini vera um tilpassingar til samanhangin, t.d. málsligar rættingar. Grundorðið í einum setningi kann vera eintal, meðan umsøgnin er fleirtal (t.d. "hann søgdu"). Tað hevur avskrivarin so rættað.
  4. Ein tekstur kann eisini hava "ávirkað" ein annan. T.d. kann ein, sum hevur skrivað Krýn av, hava skoytt eitt sindur ov nógv eftir, hvussu sama hending er umrødd í Sám ella Kong.
  5. "Liturgiskar broytingar": Ein tekstur hevur verið nýttur í gudstænastuni, t.d. Faðirvár í Matt 6. Í gudstænastuni endaði man Faðirvár við 1 Krýn 29,11 ("tí at títt er ríkið…" o.s.fr.). So við og við hava avskrivarar tikið ískoytið við í Matt 6,13.

Hetta eru dømi um avskrivingarfeilir. Men tað er heilt greitt, at meginparturin av mununum í handritunum eru spurningar um detaljur, sum ikki broyta innihaldið og meiningina nevnivert! Tað er eisini greitt, at í allarflestu førum er lætt at finna fram til, hvussu teksturin upprunaliga hevur sæð út, nevniliga við at samanbera øll handritini.

Men viðhvørt ivast umsetarar, um teir skulu taka eitt vers við, sum ikki stendur í øllum handritunum. Og so er man noyddur at gera eina meting og taka støðu. Onkuntíð velja teir t.d. at taka vers við, hóast tey ikki standa í teimum elstu og mest álítandi handritunum. Eitt dømi um hetta er Áps 8,37. Tí er versið sett í parentes. Hetta er tekstkritikkur.

Men tað kunnu tó vera dømi um beinleiðis bíbliukritikk í umsetingunum! T.d. eru fótnotur ymsastaðni í føroysku umsetingini, har viðmerkt verður (eg veit ikki av hvørjum), at okkurt í tekstinum er "misfatað" ella tílíkt (t.d. 3 Mós 11,5; 4 Mós 3,28; 14,25). Tað er ikki tekstkritikkur, men bíbliukritikkur!

Kunnu vit líta á tekstin?

Tann stóri spurningurin er so, um vit kunnu líta á tekstin. Gevur tað meining at siga, at Gud hevur opinberað seg – fortalt okkum, hvør hann er - tá vit ikki hava upprunahandritini, men bert avskriftir við avskrivingarfeilum? Fyri tað fyrsta kunnu vit sláa fast, at tekstkritikkur er týdningarmikil, tí vit ynskja jú at møta Guds orði sjálvum. Fyri tað næsta kunnu vit sláa fast, at sjálvir upprunatekstirnir einaferð hava verið til og at vit í rættiliga stóran mun kunnu finna fram til, hvussu teir hava sæð út. Fyri tað triðja kunnu vit sláa fast, at har, sum ivi er, er ongastaðni talan um, at ein bíbilskur lærusetningur er í vanda. Munirnir eru sum oftast ógvuliga smáir. Tí er eingin ivi um, hvat Gud sigur í sínum orði. Og tí kunnu vit trygt líta á tekstin, samstundis sum vit arbeiða víðari við tekstkritikkinum.

Umsetingar

So nøkur fá orð um umsetingar. Eg segði at byrja við, at føroyska umsetingin er Guds orð. Men eisini, at tað bert er tí, at hon er ein røtt endurgeving av upprunahandritunum!
Ein umseting er ein umseting! Og tað setur eisini síni spor. Tí umsetarar mugu í heilum taka støðu. Teir skulu fyrst finna fram til, hvussu upprunahandritini hava sæð út. Idealið er, at ein umseting bæði liggur tætt upp at grundtekstunum og er løtt at skilja! Men nógvastaðni í bíbliuni er tað ikki møguligt og tá má umsetarin velja annað av hesum. Og tað valið ávirkar sjálvandi eisini umsetingina! T.d. kann man siga, at umsetingin hjá Dahl/Viderø er rættiliga trúgv móti grundtekstunum, meðan tann hjá Victor líkist meira gerandismáli. Og umframt hesi val eru mong onnur val, tí umsetarar mugu í heilum velja, hvat teir skulu umseta eitt orð ella ein setning við. Tí er tað ikki heilt skeivt at siga, at ein umseting eisini er ein tulking – umsetingin vísir nevniliga, hvussu umsetarin hevur skilt tekstin! Og í eini umseting slepst heldur ikki undan, at smáar detaljur í upprunatekstinum detta burturímillum, tí tær ikki kunnu umsetast uttan eina langa frágreiðing. Alt hetta skulu vit eisini hava í huga!

Men tað merkir ikki, at alt er tann reina tilvild! Tí tíbetur fara flestu umsetarar til tekstin við einum ærligum ynski um at endurgeva tekstin rætt. Sum norski bispurin, Eivind Berggrav, einaferð segði, skulu bíbliuumsetarar syrgja fyri ikki at gera tað truplari enn neyðugt hjá Heilaga Andanum at virka í orðinum…

Gud vil…

Tað er eingin ivi um, at Gud vil, at øll skulu læra at kenna hann. Og at hann tí vil, at hansara orð skal breiðast út til øll fólk. Og at hann tí vil hava sítt orð umsett til so nógv mál sum møguligt. Bíblian er Guds orð, men tað er Guds orð til menniskju, talað við menniskjaorðum!

Longu í 3. og 2. øld f.Kr varð GT umsett til griskt, sum var "heimsmálið" tá (umsetingin verður kallað "Septuaginta", sum merkir 70). Og longu áðrenn ár 200 e.Kr. byrjaði man at umseta NT til latín, sýriskt, koptiskt, etiopiskt, armenskt, georgiskt og onnur mál. Hetta vísir okkum, at tey kristnu tá ikki vóru bangin fyri at umseta upprunahandritini til mál, sum fólk skiltu, hóast tey vistu, at ein umseting setur síni spor. Vit mugu eisini minnast til, at hóast Jesus tosaði aramáiskt og hebráiskt, so er NT skrivað á vanligum – ikki serliga hátíðarligum – griskum, sum eisini var heimsmálið tær fyrstu øldirnar e.Kr. Gud talaði sítt orð á einum máli, sum fólk skilti! Ført yvir á okkara tíð: Man nýtist ikki at duga hebráiskt og griskt fyri at hava atgongd til Guds orð!

Vit trúgva, at Gud hevur talað sítt orð til okkara og vil breiða sítt orð út. Tí trúgva vit eisini, at hann hevur varðveitt tað til okkara. Tí trúgva vit eisini, at hann er við, tá tað verður umsett – eisini um umsetararnir ikki trúgva á Gud! Vit trúgva, at hann sjálvur hevur syrgt fyri, at eisini vit, sum liva í dag, hava atgongd til tað, sum hann hevur sagt, á okkara egna máli! Royndirnar vísa eisini, at Gud í meira enn 2000 ár hevur brúkt ófullkomnar umsetingar til at møta menniskjum við sínum orði! Gud vakir yvir sínum orði! (smbr Jer 1,12)

Við endan á miðøldini var bíblian ella partar av henni umsett til 33 mál, í byrjanini av 1800-talinum til 71 mál og nú til fleiri enn 2000 mál. Men enn finnast uml. 3000 fólkasløg/fólkabólkar, sum ikki hava Guds orð á teirra egna máli. Tí eru umsetingar í gongd til 600 nýggj mál.

Hvussu er bíblian savnað?

At enda nøkur fá orð um, hvussu bíblian er savnað!

GT

Sum áður nevnt eru bøkurnar í GT skrivaðar millum ár 1.400 og 3-400 f.Kr. Men tað er ikki fyrr enn seinni, at tørvur var á at savna tær saman til størri heildir.
Fyrst vóru tær savnaðar í tríggjar bólkar: Lógin (Mósebøkurnar) varð savnað uml. 1000 f.Kr. Profetarnir (Jós, Dóm, Sám, Kong, Jes, Jer, Ezek og teir 12 "smáu" profetarnir) vóru savnaðir millum 6. og 3. øld f.Kr. Skriftirnar (Sl, Job, Orðt, Præd, Hás, Harmlj, Rut, Dán, Est, Ezra-Neh og Krýn) vóru savnaðar uml. ár 150 f.Kr.

Í 3. og 2. øld f.Kr. hildu flestu jødar, at nú var profetatíðin liðug. Tí byrjaði man at tosa um at savna allar tær guddómligu skriftirnar í eina heild. Nágreiniliga árstalið fyri endaligu savningini er óvist, men tað er í 1.-2. øld f.Kr. Úrslitið av hesi savnan er so tann jødiska bíblian (okkara GT).
Her er tað ógvuliga týdningarmikið at sláa fast, at tey trúgvandi altíð hava vitað, hvørjar bøkur/skriftir hava guddómligan myndugleika! Av tí at tær høvdu guddómligan myndugleika, komu tær við í bíbliuna! Tær fingu ikki guddómligan myndugleika av at koma við! Nei! Tær høvdu myndugleika frammanundan, tí komu tær við!

Við síðuna av teimum guddómligu skriftunum vóru nakrar aðrar skriftir, tær sokallaðu apokrýfurnar. Tær eru komnar við í Septuaginta (grisku umsetingina av GT), men tær eru ongantíð hildnar at hava sama myndugleika.

Á Jesu døgum var bíblian ein klárt avmarkað og savnað heild. Hansara sýn uppá GT hevur eisini stóran týdning fyri sýnið hjá teimum kristnu uppá GT. Aftur og aftur undirstrikar hann – bæði beinleiðis og óbeinleiðis - at GT er Guds orð! Og eisini, at tann bíblian, hann kennir, er tað GT, sum vit hava í dag. Vit kunnu taka tvey dømi um hetta:

Í Matt 23,35 sigur Jesus: "…til tess at alt hitt rættvísa blóð skal koma yvir tykkum, ið úthelt er á jørðini líka frá blóði hins rættvísa Ábels til blóðs Sakaria Barakiasonar, sum tit drópu millum tempuls og altars." Jesus tosar her um øll blóðvitnini (martyrar) í GT við at nevna tað fyrsta og tað síðsta. Tað merkisverda er, at hann ikki nevnir tað fyrsta og síðsta í tíð – kronologiskt - men eftir tí raðfylgju, sum bøkurnar í GT standa í. Ábel er fyrsta blóðvitni í 1 Mós, sum er elsta og fyrsta bók í GT. Men Sakaria Barakiason er ikki síðsta blóðvitni í GT eftir tíð – tað vóru fleiri blóðvitni seinni enn hann – men frásøgnin um morðið á hann stendur seint í 2 Krýn (24,20-21), sum er tann síðsta bókin í jødisku raðfylgjuni í bíbliuni! Jesus váttar sostatt óbeinleiðis, at "hansara GT" er tað GT, sum varð endaliga savnað í 1.-2. øld f.Kr. og sum inniheldur akkurát somu bøkur sum "okkara GT", bara í aðrari raðfylgju!

Í Luk 24,44 sigur Jesus: "… alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg". Jesus váttar her á sama hátt, at "hansara bíblia" er tann jødiska bíblian við teimum trimum høvuðspørtunum, lógini, profetunum og skriftunum (Sálmarnir er fyrsta og størsta bók í skriftunum og kann tí nýtast sum eitt annað heiti fyri tær).

NT

Tá tað kemur til NT, lovaði Jesus lærusveinunum at senda teimum Heilaga Andan, sum skal vegleiða teir til allan sannleikan (Jóh 14,26; 16,13). NT er skrivað sum ein serlig uppfylling av hesum lyftum frá Jesusi. Ápostlarnir komu heldur ikki við nøkrum nýggjum. Alt teirra virksemi, bæði við at prædika og við at skriva niður, var bert at útbreiða og útdýpa Jesu orð og gerningar. Tí høvdu teirra skriftir eisini guddómligan myndugleika - men tað var altso ein myndugleiki, sum bygdi á Jesu myndugleika! Hesin myndugleiki var treytin fyri og orsøkin til, at teirra skriftir komu við í NT!

So hvørt sum eygnavitnini til Jesu orð og gerningar fækkaðust, vaks tørvurin á at skriva alt niður. Tí vóru evangeliini skrivaði frá 60'unum og frameftir, tað síðsta var Jóh. Paulusar brøv eru skrivað millum ár 50-64. Fyri fyrsta aldarskiftið byrjaði ein savning av skriftunum. Sum tíðin gekk, var so neyðugt at sláa endaliga fast, hvørjar skriftir (bøkur/brøv) hoyrdu við til NT og hvørjar ikki. Uml. 200 e.Kr. tykist vera stór semja um hetta. Um Hebr, Ják, 2 Pæt, Jud, 2 Jóh og 3 Jóh skuldu við, varð tó kjakast um. Hesar skriftir vóru tó so við og við góðkendar av teimum flestu kirkjunum. Tað er vert at leggja merki til, at allar hinar skriftirnar, sum eisini varð kjakast um, men sum ikki komu við í NT, ongantíð vóru góðkendar í serliga nógvum kirkjum!

Tey kristnu settu eisini orð á, hvat skuldi til, fyri at ein bók ella eitt bræv hoyrdi til í bíbliuni. Tilsamans vóru 4 kriteriir:

  1. Ein ápostul skuldi vera rithøvundi. Teir vóru jú eygnavitni til Jesu lív, deyða og uppreisn. Og lyftið um Andans vegleiðing var fyrst og fremst givið teimum. Men hóast Mark og Luk vóru tætt knýttir at ápostlunum, vóru teir ikki ápostlar - og kortini høvdu teirra evangeliir allatíðina verið góðkend á jøvnum føti við Matt og Jóh. Og eingin visti heldur við vissu, hvør hevði skrivað Hebr. Tí var eisini neyðugt við tí næsta kriteriinum:
  2. Ápostólsk trúgv. Tað merkir, at bókin/brævið skuldi samsvara við ápostlanna læru. Tí kom eitt nú Hebr við.
  3. Skriftin skuldi eisini verða brúkt í gudstænastuni. Tey kristnu byrjaðu nevniliga tíðliga at lesa NT-skriftir upp í gudstænastum á jøvnum føti við GT. Við hesum í huga er tað kanska lættari at skilja, hví summi av teimum smáu brøvunum í endanum av NT ikki vóru góðkend beinanvegin av øllum. Har eru nevniliga ikki serliga nógvir tekstir, sum eru vælegnaðir til upplestur undir gudstænastu!
  4. Skriftin skuldi eisini vera útbreitt í kirkjunum kring tann kristna heimin.
    NT, sum vit kenna tað, er so úrslit av hesum 4 kriterium. Tað vóru altso ikki tilvildarligar avgerðir, tiknar av tilvildarligum teologum á tilvildarligum kirkjufundum, sum komu at avgera, hvørjar skriftir komu við í NT! 3) og 4) vísa, at tær skriftirnar, sum komu við, vóru kendar og góðkendar av flest øllum av teimum kristnu um allan tann táverandi kristna heimin! Á einum kirkjufundi í 393 varð úrslitið endaliga staðfest. Tað merkir bara, at man har staðfesti eina semju, sum hevði verið leingi um allan tann kristna heimin!

Endi

Sum áður nevnt: Av tí at skriftirnar høvdu myndugleika, komu tær við í bíbliuna! Tær fingu ikki guddómligan myndugleika við at koma uppí! Tað eyðkennir eisini allar avgerðir í hesi langu gongd: Man gevur ikki skriftunum myndugleika, men viðurkennir bert tann myndugleika, sum skriftirnar longu hava í sær sjálvum – hetta er galdandi bæði fyri GT og NT! Tað at Heilagi Andin býr í eini skrift er so at siga "sjálv-staðfestandi"! Skriftin møtir okkum við kravinum um at vera frá Gudi! Tá ein skrift verður hoyrd/lisin, skapar Andin trúnna á, at skriftin hevur guddómligan myndugleika. Hesa trúnna skapti Andin ikki minst í teimum kristnu tær fyrstu øldirnar. Tað var ein felags uppfatan millum tey kristnu. Gud vakir yvir sínum orði. Tí hava vit eisini loyvi til at trúgva í dag, at okkara bíblia er Guds orð til okkara!

Uppskot til víðari lesnað:

Fleiri rithøvundar: Skrift og åbenbaring, Credo Forlag 1997 (Kap 10-12 eru grundarlag undir hesi grein).
John Stott: Bibelen - alle tiders bog. Dansk Luthersk Forlag 1982.
Ivan Hellström: Um bíbliu okkara. Føroya Skúlabókagrunnur 1997.
Jørgen Sejergaard: Miniguide til Bibelen. Credo Forlag 1999.
Hugo Odeberg: Kristus og skriften. Ordet og Israel 1969.
Carl Fr. Wisløff: Vor tillid til Bibelen. Dansk Luthersk Forlag 1964.