Búmerkið hjá felagnum
28. apr. 2026

Gud hevur tamarhald.

Sálmarnir eru ein framúr góð kelda til ugga og troyst, tá ið vit stríðast við eitthvørt og tað kennist sum um vit ikki hava tamarhald á støðuni. Vit verða mint á, at Gud hevur tamarhald, tá ið vit ikki hava tað, og at hann er álítandi.

Gud elskar okkum og hevur umsorgan fyri okkum í viðgongd og mótgongd í gleði og sorg.

Her eru nøkur ørindi úr sálmunum, sum kunnu ugga teg í dag:

Sálmur 23,1–3.
Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. L
Les sálma 23 her...

Sálmur 27,1.
Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?
Les sálma 27 her...

Sálmur 46,2.
Gud er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.
Les sálma 46 her....

Sálmur 91,4.
Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur.
Les sálma 91 her...

Sálmur 107,1.
Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!
Les sálma 107 her...

Sálmur 139:5–6.
Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur.
Les sálma 139 her...

Lagt til rættis: Ásbjørn Jacobsen