Búmerkið hjá felagnum
Lurta
01. nov. 2024

Stuðla Spírar.

SPÍRAR eru partur av Føroyska Bíbliufelagnum. Bíbliufelagið arbeiðir serliga við bíbliuútgávum, meðan Spírar arbeiða miðvíst at boða bíbliusøguna og gleðiboðskapin fyri børnunum.

Sólfríð Maria í Rók samskipar arbeiðið og er leiðari fyri verkætlanina. Hon er útbúgvin lærari við denti á tónleik og miðlatøkningu frá KvF. Herfyri fekk hon ársins herðaklapp frá Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag fyri arbeiðið sítt.

Ætlanin hjá Spírum røkka 10 ár fram, og eru fleiri enn 50 sjálvboðin knýtt til verkætlanina.

Tilfarið er væl úr hondum greitt, og førir tað hyggjaran gjøgnum Bíbliunnar søgur á mest skapandi hátt. Hetta verður m.a. gjørt við sangi og tónleiki, litum og myndatalum, teknifilmum og honddukkum. Tilfarið er lagað til børn og foreldur heima, sunnudagsskúlar, dagstovnar og skúlaundirvísing. Hesi hava tikið sera væl ímóti og spyrja eftir meira tilfari.

Uttan stuðul – einki Spírar!

Við øllum íroknað, eru Spírar mettir at kosta 1,5 milliónir árliga. Hetta er ikki nógv. Var framleitt í KvF, var prísurin óivað fleirfaldaður. Takkað veri sjálvbodna arbeiðinum, er kostnaðurin so lágur. Spírar hava gjøgnum árini fingið stuðul frá grunnum, einstaklingum, feløgum og øðrum, men í longri tíð hevur verið striltið við inntøkum, og gongur hetta tíverri út yvir framleiðsluna, og børnini bíða eftir meira tilfari.

Børnini – tey týdningarmestu!

Børnini eru týdningarmesti bólkurin hjá kirkjum at náa. Tað, tey fáa fyrstu árini, ávirkar tey fyri lívið. Børnini eiga framtíðina! Tess yngri tey eru, tá tey fáa kristna boðskapin, tess betri er tað.

Vit hava viljan, orkuna og evnini, og við góðum stuðli koma vit á mál!

Stuðla Spírum við eingangs- ella fastari flyting á: 6460 – 569.499.1

Vinaliga heilsan við ynskjum um Guds ríku signing.

Bergur D. Joensen, formaður í Føroyska Bíbliufelagnum
Sólfríð Maria í Rók, verkætlanarleiðari í Spírum

Arbeitt verður nú við at dagføra heimasíðuna spirar.fo, so tilfarið gerst betur atkomuligt, og ein Spíra-app er eisini ávegis.