Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Hetta søgdu teir um Bíbliuna.

Hetta søgdu teir um Bíbliuna

David Cameron - fyrrverandi forsætisráðharri Bretlands

Bíblian er ein bók, sum ikki einans hevur myndað land okkara. Men hon hevur myndað allan heimin. Og tríggjar Bíbliur verða seldar ella givnar í hvørjum sekundi. Bókin hevur ikki einans týdning, tá ið vit skulu skilja tíðina, sum farin er. Men hon fer eisini í tíðini, sum kemur, at hava týðiliga ávirkan á felags framtíð okkara.

Charles Dickens – ein av størstu rithøvundum Onglands.

Hon er tann besta bókin, heimurin nakrantíð hevur kent ella kemur at kenna, samstundis sum hon gevur tær tær bestu leiðreglurnar, eitt menniskja, sum vil vera satt og álítandi, kann fáa at liva eftir.

Fjodor Dostojevskij – ein av størstu rithøvundum Russlands.

Eg vil heita á teg at lesa alla Bíbliuna í russiskari týðing. – Komið verður fram til, at mannaættin ikki eigur og ongantíð kemur at eiga nakra bók av so stórum týdningi.

Sir Winston Churchill – stóri leiðari Onglands undir seinna heimsbardaga

Vit trúgva, at ta hægsta vísindaliga støði og skilabesta støðan at hava er, at søguligu frágreiðingarnar í Bíbliuni verða tiknar bókstavliga. – Vit kunnu vera vís í, at alt hendi júst sum tað er greitt frá í heilagu Skriftini. Vit hvíla á óvikandi kletti Skriftunnar.

George Washington – fyrsti forsetin í USA

Meir enn nakað annað hevur reina, milda opinberingar ljósið havt eina reinsandi ávirkan á mannaættina og ført við sær signingar fyri samfelagið. Tað er ógjørligt at stýra heiminum rætt uttan Bíbliuna.

Haakon VII – Noregs kongur undir heimsbardaganum

Tað einasta sum kann bjarga heiminum undan trongdum og øllum illum er at venda aftur til gamaldags kristindóm við teimum gomlu kristnu virðunum, sum mugu verða tikin í álvara, um okkara mentan skal hava lív lagað.

Dwight Eisenhower – amerikanskur forseti

Í hægstu merking er Bíblian fyri okkum tann einastandandi dýrgripagoymslan av ævigum, andaligum sannleikum. Hon er okkara fremsta inspiratiónskelda til lív og frælsi hjá Amerika. Hana kunnu vit ikki vera fyri uttan.

Michael Faraday – ein av Onglands háttvirdu alisfrøðingum

Hví skulu menniskjuni villast, tá ið tey hava ta signaðu Bíbliuna, sum kann vegleiða tey?

Henry Ford – skaparin av nýmótans bilinum

Alt sum eg veit um góðsku, sannleika, reinleika og ósjálvsøkni hevur Bíblian lært meg. Í skúlanum lýddi eg á hvønn morgun, tá ið eitt kapitul varð lisið, áðrenn vit byrjaðu okkara undirvísing, og tað var tá eg lærdi at kenna og virðismeta ta heilagu bókina. Eg eri ongantíð hildin uppat at granska Guds orð, og fekk eg tað sum eg vildi, so skuldi eitt kapitul úr Bíbliuni verið lisið hvønn morgun í hvørji skúlastovu í landi okkara.

Galileo Galilei – faðir at tí nýmótans náttúruvísindini

Eg trúgvi, at ætlanin við tí heilagu Skriftini var at sannføra menniskjuni um teir sannleikar sum eru neyðugir til frelsu og sum hvørki vísindin ella aðrir miðlar kunnu bera fram á ein sannførandi hátt, men bert við ljósi Heilaga Andans.

Immanuel Kant – kanska hægst metti heimsspekingur

Bíblian er tann reinasti dýrgripur. Uttan hana var eg eitt ólukkuligt menniskja. – Tit gera væl í at leita tykkum troyst í evangeliunum, tí tey eru ótømandi keldan til allan sannleika, sum ikki finst nakra aðrastaðni, hvussu okkara vit enn roynir at leita.

Johannes Kepler – týskur stjørnufrøðingur, sum uppdagaði lógirnar fyri okkara stjørnuskipan

Dagurin er nær, tá ið vit mugu fata reina sannleikan í náttúrunar bók eins væl og í heilagu Skriftini og frøða okkum yvir samljóðið millum hesar báðar opinberingar.

Abraham Lincoln – ein av mætastu forsetum í USA

Eg trúgvi, at Bíblian er besta gávan, sum Gud nakrantíð hevur givið menniskjunum. Allar góðar gávur frá heimsins Frelsara hevur hann givið okkum gjøgnum hesa bók. Alt menniskjanum tørvar, finst í henni.

Napoleon I – keisari í Fraklandi

Alt í Bíbliuni er stórt og Gudi verdugt. Hvør einastandandi bók! Hvør annar enn Gud kundi havt framleitt nakað so fullkomið! Bíblian er ikki bara ein bók, hon er ein livandi vera við eini kraft, sum yvirvinnur alla mótstøðu.

Franklin D Roosevelt – forseti í USA undir seinna heimsbardaga

Nærum allir okkara lands stóru menn hava verið væl kendir í læru Bíbliunnar. Hon er ein kelda til kraft, og nú – sum altíð – ein eggjan og hjálp til at nøkta hægstu tráðan í menniskjasálini. Eg meini, at ein neyv gransking í Bíbliuni hoyrir við til hægri útbúgvingar.

Albert Einstein

Religión uttan vísind er blind, vísind uttan religión er lamin.

Samuel Morse

Tess nærri eg komi endanum á míni pílagrímsferð, tess klárari gerast prógvini um Bíbliunnar guddómliga uppruna mær. Og tess hægri virðismeti eg Guds stóru og dýrabaru sáttargerð fyri fallna menniskjað. Framtíðin verður upplýst av vón og gleði. – Eg veit á hvønn eg trúgvi, og eg frøðist um at mín lívsá skjótt skal flóta út í hitt æviga kærleikans veldiga hav.