Búmerkið hjá felagnum
Lurta
26. feb. 2026

Fimm bíbliutekstir um ljósið.

Fyrsti várdagur var 22. februar og nú ber móti ljósari tíðum. Her eru nakrir bíbliutekstir um ljós og vón í skiftistíðini millum vetur og vár.

1. Eitt stórt ljós

Profeturin Jesaja lýsir eitt fólk, sum gongur í myrkri. Mitt í støðuni ljóðar lyftið: "Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós.

Les bíbliutekstin: Jesaja 9,1-6

2. Ljósið í byrjanini

Inngangurin til Jóhannesarevangeliið lýsir Orðið, sum var hjá Gudi frá byrjan. Her stendur millum annað: "Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí." Teksturin lýsir ljósið sum ein part av frásøgnini um skapan heimsins og um Jesus.

Les bíbliutekstin: Jóhannes 1,1-9

3. Sólarris við grøvina

Tríggjar kvinnur fara tíðliga á morgni til grøv Jesusar at salva likam hansara. Evangeliið nevnir, at tær koma fram, “tá sólin var risin”. Tær finna steinin rullaðan frá grøvini og fáa boð um, at Jesus er risin upp.

Les bíbliutekstin: Markus 16,1-8

4. Áheitan um at vakna

Í Efesusbrævinum ljóðar áheitanin: “Vakna upp, tú sum svevur, statt upp frá teim deyðu, og Kristus skal lýsa fyri tær.” Orðini eru partur av áminning um at liva í ljósinum heldur enn í myrkrinum.

Les bíbliutekstin: Efesusbrævið 5,8-14

5. Harrin sum ljós

Í Sálmabókini stendur: "Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast?" Sálmurin vísir álít mitt í mótgongd og óvissu.

Les bíbliutekstin:: Sálmur 27,1-14


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen