|
Jesaja, kapittul 9
Frelsan og hin fullkomni kongurin
v1
Men eina ferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. Í forðum læt hann Zebulons land og Naftali land verða fyri vanvirðing, men eina ferð skal hann aftur lata heiður koma yvir vegin til havið, yvir landið handan Jórdan og yvir heidninganna kring.
v2
Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi.
v3
Tú økir fagnaðin í stórum, tú gert gleðina mikla; tey gleðast fyri ásjón tíni eins og á kornskurðartíð, fegnast, eins og tá ið herfongur verður býttur.
v4
Tí hitt tunga okið, stongina á herðum hans, og rakstrarmansins broddstav hevur tú brotið eins og á Midians degi.
v5
Ja, hvør heglandi hermanna stivli, hvør blóðdálkað skikkja skal brend verða og oydd í eldi.
v6
Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.
v7
Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka á hásæti Dávids og í kongsríki hans til tess at reisa tað og menna tað við rætti og rættvísi hiðan ífrá og um allar ævir. Vandlæti Harra herliðanna skal gera hetta.
Revsidómar
v8
Harrin hevur sent eitt orð móti Jákupi, tað hevur sligið niður í Ísrael.
v9
Alt fólkið skal verða vart við tað, bæði Efraim og Sámáriubúgvar, sum í stórlæti og yvirhuga siga:
v10
«Tigulsteinarnir raplaðu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø ístaðin.»
v11
Tá man Harrin eggja teirra mótstøðumenn ímóti teimum og vápna fíggindar teirra.
v12
Sýrlendingar úr eystri og Filistar úr vestri, teir munnu tamba á kjafti og eta upp Ísrael. Men hóast alt hetta, er vreiði hansara ikki linnað, enn er hond hans útrætt.
v13
Men fólkið vendir ikki við til hansara, sum slær tað, og Harra herliðanna søkja tey ikki.
v14
Tí man Harrin høgga av Ísrael bæði høvur og hala, pálmakvist og sevstrá á sama degi.
v15
Elstir og tignarmenn eru høvdið, lygiprofetar eru halin.
v16
Teir, ið leiða hetta fólk, villa tað av leið, og tey, sum lata seg leiða, fara til grundar.
v17
Tí hevur Harrin onga gleði av ungmennum teirra og onga eymkan við faðirloysingum og einkjum teirra; tí at øll fremja tey gudloysi og illverk, og hvør muður mælir dárskap. Men fyri alt hetta er vreiði hans ikki linnað; enn er hond hans útrætt.
v18
Tí at gudloysið brennur sum eldur, etur upp tornir og tistlar og kveikir í tætt vaksnum skógum, so at roykurin stendur til skýggja.
v19
Av vreiði Harra herliðanna brennur alt landið, fólkið verður føðsla hjá eldinum; eingin eirir øðrum.
v20
Teir skræða í seg til høgru og eru tó hungurstungnir; teir eta til vinstru og mettast tó ikki; holdið eta teir hvør av øðrum:
v21
Manasse Efraims og Efraim Manasse, og báðir ráðast teir saman á Júda. Men hóast alt hetta linnar ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt.
|