Búmerkið hjá felagnum
20. jun. 2026

Myndir frá vitjan úr Norðan- og Baltalondum.

Í døgunum 17. - 19. juni 2026, hevði føroyska Bíbliufelagið vitjan av aðalskrivarum frá Bíbliufeløgum úr Danmark, Estlandi, Finnlandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki og eitt umboð frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies).

Vit í Føroyska Bíbliufelagnum vilja bera øllum eina hjartans tøkk, fyri bøn og stuðul, so at aðalskrivaravitjanin úr Norðan- og Baltalondum kundi eydnast á so frálíkan hátt.

Vit hava tikið hópin av myndum. Vælkomin at vitja myndasavnið her, ella ein av døgunum niðanfyri.