Búmerkið hjá felagnum

Myndasavn.

Vitjan úr Norðan- og Baltalondum 3.

Á skránni hósdagin var fundur fyrra- og seinnapart. Høvuðsevnið var Bíbliuáhugi og Bíblian í talgildum høpi.

Vit byrjaðu í Soli Deo Gloria í Klaksvík, har Hallgerð Akurstein, stýrislimur í Bíbliufelagnum og samkomuleiðari, tók ímóti okkum. Aftaná morgunandaktina byrjaði fundurin, og allir aðalskrivararnir kunnaðu um støðuna í teirra landi við m.a. verkætlanum, týðingararbeiði, útgávum og samstørvum, bæði innan- og uttanlands.

Kunningin okkara millum er virðismikil og tískil læra vit serstakliga nógv á fundunum, og serliga vitanardeiling er eitt virkið amboð í altjóða samstarvinum um Orðið.

Eitt av evnunum, sum framløga var um, var áhugin millum ung, sum vilja kunna seg betri um Bíbliuna, og at fleiri ung luttaku í talgildum gudstænastum. Eisini var greitt frá fyrimunum og vansum við ymisku talgildu loysnunum innan Bíbliulesing.

Í steðgunum borðreiddi Soli Deo Gloria við frálíka góðum ábiti, bæði grønt, søtt og úr sjónum, og afturvið kaffinum bjóðaði bakarin niðri undir okkum vælsmakkandi køku.

Vit endaðu fundin við framløgu við Jóannesi Purkhús, doktorantur í Nýggja Testamenti, sum greiddi okkum frá orðinum "dulos" í brøvum Paulusar.

Aftan á fundin fóru vit lítlan túr til Christianskirkjuna, áðrenn leiðin gekk til Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús greiddi okkum frá um kirkjuna, starv sítt sum prestur í prestagjaldinum og kirkjulívið í bygdunum.

Vit endaðu dagin í Hvannasundi í allarfagrasta veðri. Í Hvannasunds kirkju greiddi Hallgerð frá kirkjuni, og hon las yrking um Hvannasund fyri okkum.

Síðan fóru vit í Kirkjuhúsið, har Hallgerð og kirkjuráðið skipaðu fyri forkunnigari máltíð. Vit nutu einastandandi góða nýfiskaða máltíð við øllum góðum afturvið. Eisini spældi og sang ein kirkjuráðslimur, sum eisini er organistur, sang fyri okkum, ið hann sjálvur hevði yrkt. Hetta var ein serstakliga vøkur løta. Til seinast fingu vit marengskøku við súreplum og marskremi til dessert, og fleiri av aðalskrivarunum bóðu um uppskriftina. Leiðin gekk síðan heim í fagrasta sólargangi.

Væl mett á alskyns hátt, bæði til likams og sálar, bera vit í Føroyska Bíbliufelagnum øllum eina hjartans tøkk, fyri bøn og stuðul, so at aðalskrivaravitjanin úr Norðan- og Baltalondum kundi eydnast á so frálíkan hátt.

Gud signi tykkum!