Myndasavn.
Vitjan úr Norðan- og Baltalondum 2.
Seinnapartin mikudagin vitjaðu aðalskrivararnir frá danska, lettiska og føroyska Bíbliufelagnum, saman viđ George frá United Bible Society, í nýggju hølunum hjá Heimamissiónini í Havn.
Mikukvøldiđ vóru aðalskrivarnir á ferð í føroyskari kirkjusøgu. Vit byrjađu í lundini uttanfyri Vesturkirkjuna, har Bergur og Katrin Elisabeth greiddu frá. Inni í Vesturkirkjuni greiddi Bergur frá ymisku krossunum, arkitekturinum og hvussu kirkjulívið á stađnum virkar og hongur saman.
Síðan fór fylgið til Kirkjubøar, har Jóannes Patursson tók væl ímóti. Vit fingu sera áhugaverdar frágreiðingar uttan fyri og inni í Kirkjuni. Jóannes dugdi avbera væl at siga frá søguni á staðnum, og at flætta norđurlendska kirkjusøgu inn á frásøgnina, so at tey vitjandi kendu seg sum ein lítlan part av søguni.
Vit sóu síðan múrin, har Jóannes greiddi okkum frá bygninginum, søguni aftanfyri og teimum kanningum, iđ hava verið gjørdar.
Á garðinum borðreiddu vertirnir viđ øllum góđum úr bóndans kova. Undirhaldið og lagið var sera gott. Aðalskrivarin frá Svøríki sang saman viđ konu síni ein svenskan sang, og umboðið frá UBS, sum áður hevur sungið opera, hevði røðu og sang fyri okkum. Aðalskrivarin frá Estlandi segði eisini nøkur orð og føroyska Bíbliufelagið sang sálmin Tíðin rennur sum streymur í á.
Bergur, formaður í føroyska Bíbliustýrinum, hevđi síðan røðu, har han kunnaði um føroyskar Bíbliuútgávur. Mong vóru smílini hjá okkum til hetta einastandandi væleydnaða tiltak. Gud er góður!
Trýst á myndirnar og tær gerast størri.