Væl eydnað vitjan úr Norðan- og Baltalondum.
Í døgunum 17.-19. juni hevði Føroyska Bíbliufelagið vitjan av aðalskrivarum frá Bíbliufeløgum úr Danmark, Estlandi, Finnlandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki og eitt umboð frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS).
George Sochos, sum hevur leiðsluleiklut hjá UBS at samskipa samstarv í norðurlendska og baltiska økinum, kom longu mánadagin, 15. juni, at kunna seg um arbeiði og umstøður okkara. Í hesum sambandi vitjaði hann ymsa staðni og hittii eisini Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum.
Týsdagin skipaði Starvsnevndin fyri evnisdegi um Talgildar bíbliuloysnir, har George legði fram um arbeiðið í UBS, og KT-toymið hjá Føroyska Bíbliufelagnum kunnaði um okkara arbeiði.
Mikukvøldið vóru allir stýrislimir bodnir til Kirkjubøar kl. 18, har vit saman við øllum aðalskrivarum byrja løtuna í Kirkjubøar kirkju, hugdu at múrinum og kl. 19 ótu vit eina felags máltíð á garðinum í Kirkjubø.
Hósdagin gekk leiðin til Solo Deo Gloria í Klaksvík. Har vóru frágreiðingar frá øllum londunum og evnið fyri dagin var Bíbliuáhugi – royndir og uppskot at menna Bíbliuáhuga við bókaútgávum og talgildum loysnum. Vit endaðu fundin við framløgu við Jóannesi Purkhús, doktorantur í Nýggja Testamenti, sum greiddi okkum frá orðinum "dulos" í brøvum Paulusar.
Síðan gekk leiðin til Viðareiðis. Fyrst vitjaðu vit í Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús, Sóknarprestur, greiddi frá. Eftir ein stuttan steðg, gekk leiðin til kirkjuna í Hvannasundi, har Hallgerð Akurstein greiddii frá um kirkjuna, og hon las yrking um Hvannasund fyri okkum. Síðan fóru vit í Kirkjuhúsið, har Hallgerð og kirkjuráðið skipaðu fyri forkunnigari máltíð. Vit nutu einastandandi góða nýfiskaða máltíð við øllum góðum afturvið.
Væl mett á alskyns hátt, bæði til likams og sálar, bera vit í Føroyska Bíbliufelagnum øllum eina hjartans tøkk, fyri bøn og stuðul, so at aðalskrivaravitjanin úr Norðan- og Baltalondum kundi eydnast á so frálíkan hátt.
Vit hava tikið hópin av myndum. Vælkomin at vitja myndasavnið her, ella ein av døgunum niðanfyri.
- Myndir frá mána- og týsdegnum. Trýst her.
- Myndir frá mikudegnum. Trýst her.
- Myndir frá hósdegnum. Trýst her.
Hoyr samrøðu í "Summarmorgun" í Útvarpinum við Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivara í Føroyska Bíbliufelagnum og Johannes Baun, aðalskrivara í Danska Bíbliufelagnum. Samrøðan byrjar á tíðini 24.40.
Trýst her...