Talvudagur.
Hvítusunnudagur er talvudagur fyri Føroyska Bíbliufelagið.
Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni. Talvudagurin er Hvítusunnudag á hvørjum ári.
Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er nærri talumálinum á okkara døgum. Bíbliufelagið stuðlar eisini altjóða bíbliuarbeiði. Les meira...
Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er:
- at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
- at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni,
- at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum
útgávum enn teimum løggildu, - at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
- at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.
Peningur frá talvudegnum kann setast á konto hjá Bíbliufelagnum. Minst til at viðmerkja; "Talvudagur". Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:
- BankNordik 6460-382.873.7
- Betri Banki 9181-380.777.2
- Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
- Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8
Bíbliufelagið takkar hjartaliga fyri eina góða gávu til arbeiðið.