Um at geva gávur.
Um at geva gávur til Bíbliufelagið:
Mong kundu hugsað sær at latið eina peningagávu til arbeiðið, Bíbliufelagið ger um knøttin allan.
Vit eru partur av Sameindu Bíbliufeløgunum (United Bible Societies - UBS), ið við sínum 147 umboðsstovum um allan heim, avgreiða allar peningaligar gávur. Sjálvstøðugu bíbliufeløgini vita sjálvi, hvagar gávan skal verða latin, bæði í sínum egna heimlandi og aðrastaðni.
Eingin annar missiónsfelagsskapur røkkur so mongum londum og fólkasløgum við Guds orði sum Bíbliufelagið. Vit samstarva við aðrar tjóðskaparligar felagsskapir til tess at menna og samskipa stuðulin, latin verður. Í løtuni eru 147 tjóðskaparlig bíbliufeløg, ið eru virkin í meira enn 200 londum.
Peningurin soleiðis nýttur:
- Bíbliutýðingar til meira enn 500 mál
- Fáa Bíbliuna út í meira enn 200 londum
- Menna og læra fólk at nýta Bíbliuna við almennum tiltøkum
- Upplæring og lesivenjingar við myndlýsingum í einstøkum bíbliupørtum
- Býta út blindabíbliur, fløgur, videobond í elektroniskum skapi
Stuðlið arbeiði okkara! Gáva tín verður nýtt til tað endamál, har tørvurin er størstur. Vit liva í einum heimi, har mong ikki eiga bíbliu ella partar av henni á teirra egna móðurmáli. Mong hava onga fatan av, at frelsan geldur øll. Ikki fyrrenn tey hoyra Orðið boðað á teirra egna móðurmáli.
Umframt hetta, eru mong í heiminum so fátøk, at tey ikki eiga pening at ogna sær eina Bíbliu. Tí verður Bíblian latin teimum fyri lítið og lætt. Gott í tykkum, hjálpið menniskjum at fáa Guds orð á teirra egna móðurmáli.
Góðu tit, latið peningagávuna til Bíbliufelagið, og hjálpi okkum at fáa Bíbliuna út til onnur fólkasløg.
Ynskja tygum at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum við eini peningagávu, kann hetta gerast við at trýsta her...
Ella flyta pening á konto okkara í peningastovnunum:
BankNordik 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8
Hjartans tøkk fyri stuðulin!