Virkisskrá viðv. gávuinnsavning.
Virkisskrá viðvíkjandi gávuinnsavning
Virksemi Bíbliufelagsins umfatar bæði gávuinnsavning og sølu av bíblium og forlagsvørur. Eitt høvuðsendamál hjá Bíbliufelagnum er at varðveita eitt álitismikið samskifti við tey, sum stuðla okkum við gávum og forbøn.
Innsavningararbeiðið verður fer fram við tí stavnhaldi at geva menniskjum Guds orð á tí máli, tey skilja fyri ein kostnað, tey kunnu gjalda. Tað er rættiliga týdningarmikið, at tú sum gevari upplivir at hava álit á Bíbliufelagnum og tí arbeiði, sum verður gjørt. Fyri at varðveita tey góðu samskiftini verður dentur lagdur á rættlati og varsemi í okkara samskifti. Viðgerð Bíbliufelagsins av upplýsingum um persónar skal gerast samsvarandi grundleggjandi atlit til persónsverju.
Soleiðis verða pengarnir nýttir:
Innsavningararbeiðið hjá Bíbliufelagnum fer fram við tí endamáli at geva menniskjum Guds orð á tí máli, tey skilja og fyri ein kostnað, tey kunnu gjalda. Fyri hvørja innsavningar-verkætlan hava vit eitt greitt ásett endamál, og allar upplýsingar, sum vit geva, skulu vera álítandi.
Vanliga fer innsavnaði peningurin til fylgjandi endamál: umseting, framleiðslu, útbýting, stuðulsveiting til sølu av bíblium, stuðul til bíbliubrúk og bíbliumissón. Vit stremba eftir at halda innsavningarkostnaðinum á einum lágum støði. Gevur innsavningin ikki nóg mikið av sær, verður hon lokin í rímiligari tíð. Innsavnaður peningur verður fluttur og kannaður av Sameindu Bíbliufeløgunum. Tey Sameindu bíbliufeløgini er ein samskipan, sum ger arbeiðið gjørligt og leggur tað til rættis millum samstarvsfelagarnar i teimum nationalu bíbliufeløgunum.
Innsavningaretikkur
Tað er sera umráðandi fyri okkum, at gevarar hava álit á okkum.
Tá vit gera avtalur, sum pliktar gevararnar at geva fleiri gávur yvir ávísa tíð, gera vit hetta skrivliga. Gevararnir skulu vera myndugir, og tað stendur einum og hvørjum frítt fyri at siga avtaluna upp.
Vit leggja roknskap fram sambært føroyskari lóg. Roknskapirnir og protokol hjá Føroyska Bíbliufelagnum liggja alment frammi á heimasíðuni. Hevur tú ta fatan, at vit ikki hava borið okkum rætt at, kanst tú klaga til okkara grannskoðara.