Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Nýggj Bíblia á veg.

Bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum.

Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni.

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna; undandikið sálmarnar, sum David Johannesen hevur umsett. Í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.

Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á stuðli frá tykkum øllum. Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.

Trýst her fyri at stuðla...

Ella flyta pening á konto okkara í peningastovnunum:

BankNordik 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

HJARTANS TØKK FYRI STUÐULIN!