|
Orðtøk Sálomons, kapittul 11
Framhald av fyrsta savni
v1
Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar.
v2
Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur.
v3
Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum.
v4
Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða.
v5
Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt.
v6
Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd.
v7
Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis.
v8
Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað.
v9
Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað.
v10
Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur.
v11
Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin.
v12
Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir.
v13
Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir.
v14
Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl.
v15
Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur.
v16
Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi.
v17
Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold.
v18
Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn.
v19
At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða.
v20
Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl.
v21
Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað.
v22
Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt.
v23
Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði.
v24
Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni.
v25
Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður.
v26
Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað.
v27
Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí.
v28
Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið.
v29
Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra.
v30
Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir.
v31
Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?
|