|
Orðtøk Sálomons, kapittul 3
Óttast Harran
v1
Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni;
v2
tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita.
v3
Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína;
v4
tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna.
v5
Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína.
v6
Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar.
v7
Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum;
v8
tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni.
v9
Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar,
v10
tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur.
v11
Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, grem teg ikki um revsing hans;
v12
tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við.
Virði vísdómsins
v13
Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku.
v14
Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull.
v15
Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana.
v16
Eitt langt lív er í hennara høgru hond, ríkidømi og æra í vinstru.
v17
Vegir hennara eru yndisligir vegir, og allar gøtur hennara vælferð.
v18
Hon er lívstræ fyri teimum, ið grípa hana, og sælur er hvør tann, ið heldur fast í hana.
v19
Harrin grundaði jørðina við vísdómi, festi himmalin við vitsku.
v20
Fyri kunnskapi hans skildust havdjúpini sundur, og drýpur døggin úr skýggjunum niður.
v21
Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan,
v22
tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín.
v23
Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti.
v24
Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur.
v25
Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur.
v26
Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.
Gávumildi og gudsótti bera signing við sær
v27
Synja ikki honum nakað gott, ið tað tørvar, um tað er í tínum valdi at gera tað.
v28
Sig ikki við næsta tín: «Far og kom aftur, í morgin skal eg geva tær» – um tú eigur tað til.
v29
Hugsa ikki um ilt móti næsta tínum, meðan hann situr hjá tær tryggur.
v30
Deil ikki við nakran uttan orsøk, um hann ikki hevur gjørt tær nakað mein.
v31
Øvunda ikki yvirgerðarmannin, og vel tær ongan av øllum vegum hans.
v32
Tí at ein falsari er Harranum ein andstygd, men við teir rættsintu hann samfelag hevur.
v33
Banning Harrans er í húsi hins gudleysa, men bústað teirra rættvísu signar hann.
v34
Spottarar spottar hann, men eyðmjúkum gevur hann náði.
v35
Vísir munnu heiður vinna, men dárar fáa skomm til býtis.
|