|
Orðtøk Sálomons, kapittul 7
Vara teg fyri annars mans konu
v1
Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær;
v2
varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín.
v3
Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns.
v4
Sig við spektina: «Tú ert systir mín!» og vitskuna kalla tú vinkonu tína,
v5
so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, fyri fremmandari konu við blíðmæltum orðum.
v6
Tí at gjøgnum gluggan á húsi mínum, millum rimanna hugdi eg út,
v7
tá sá eg millum teirra óroyndu, varð millum teirra ungu varur við vitleysan unglinga,
v8
sum smeyg um geilarhorn og leiðini helt at hennara húsi,
v9
í skýmingarløtu, móti kvøldi, í svørtum náttarmyrkri.
v10
Tá kom móti honum kona, klædd eins og skøkja og svikafull í hjarta;
v11
hámikil er hon og óð, heima hon støðast ikki;
v12
so er hon á gøtum, so á torgum, á hvørjum horni hon lúrir;
v13
hon tekur um hann og kyssir hann og sigur við frekum lótum:
v14
«Eg eigi at lata eitt gildisoffur, og í dag eg haldi mítt lyfti.
v15
Tí fór eg út fyri at møta tær, fyri at leita teg upp, og nú fann eg teg.
v16
Eg havi song mína reitt við teppum, við egyptiskum, marglittum líni.
v17
Myrru, aloe og kanel havi eg koyrt á legu mína.
v18
Kom, lat okkum drekka elskhugarrús til í morgin, dusast í ástargamni!
v19
Tí at maður mín er ikki heima, hann er farin á langferð.
v20
Peningapungin tók hann við sær, tá ið full er sól, kemur hann aftur.»
v21
Hon lokkaði hann við sínum nógva tosi, tøldi hann við sínum hálu vørrum.
v22
Hann fer aftan á hana straks, sum oksi verður leiddur at verða dripin, sum hjørtur verður eltur í netið,
v23
til ørvin fer ígjøgnum hans livur, sum ein fuglur sær skundar í snerru og veit ikki, at lívið er í váða. –
v24
Og nú, synir mínir, hoyrið meg og lýðið á orðini, ið muður mín talar!
v25
Lat ikki hjarta títt leita inn á hennara vegir, vilst ikki inn á hennara gøtur.
v26
Tí at mangar hevur hon við ólívssári sært, og stórt er talið á teimum, sum hon hevur dripið.
v27
Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum.
|