|
Orðtøk Sálomons, kapittul 23
Framhald av øðrum savni
v1
Tá ið tú hjá høvdinga situr til borðs, tá gev tí væl gætur, hvønn tú hevur fyri tær,
v2
og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur.
v3
Stunda ikki eftir góðgæti hans, tí at tað er svikaligur kostur.
v4
Stríðst ikki við at vera ríkur, lat slíkan klókskap tín fara.
v5
Skulu eygu tíni fljúgva at ríkdómi, sum hvørvur? Tí at vist er tað, at hann ger sær veingir eins og ørnin, ið flýgur móti himni.
v6
Et ikki breyð hjá manni, ið misunnir tær, og stunda ikki eftir krásum hans.
v7
Tí at sum hann roknar eftir í sál síni, soleiðis er hann. «Et og drekk!» hann sigur við teg, men hjarta hans er ikki hjá tær.
v8
Bitan, sum tú hevur etið, mást tú spýggja upp aftur, og tú hevur spilt tíni føgru orð.
v9
Tala ikki fyri oyrunum á dára, tí at hann vanvirðir vísdómin í orðum tínum.
v10
Flyt ikki markaskjal hjá einkjum og far ikki inn á jørðina hjá faðirleysum.
v11
Tí at málsmaður teirra er sterkur, hann skal føra sak teirra móti tær.
v12
Vend hjarta tínum at aga og oyrum tínum at kunnskapar orðum.
v13
Spar ikki dreingin fyri aga; um tú slært hann við koyrlinum, doyr hann ikki.
v14
Tú slært hann við koyrlinum, og sál hans tú bjargar frá deyðaheimi.
v15
Sonur mín, verður hjarta títt viturt, tá gleðist eisini hjarta mítt;
v16
og nýru míni fegnast, tá ið varrar tínar mæla tað, sum rætt er.
v17
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarum, men heldur hvønn dag fyri gudsótta vera hugað;
v18
tá skalt tú vissuliga eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis.
v19
Hoyr tú, sonur mín, og ver tú vitur og stýr tínum hjarta beina leið.
v20
Ver ikki við millum teirra, ið drekka vín, millum teirra, ið oveta seg í kjøti.
v21
Tí at drykkjumenn og átarar koma í armóð, og svøvnur klæðir í spjarrar.
v22
Lýð tú á faðir tín, sum hevur teg gitið, og vanvirð ikki móður tína, tá ið hon er vorðin gomul.
v23
Keyp tú sannleika, og sel hann ikki, vísdóm og aga og skil.
v24
Faðirin at einum rættvísum stórliga fegnast, og tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum.
v25
Lat faðir tín og móður tína gleðast, og hana, sum føddi teg, fegnast.
v26
Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum.
v27
Tí at skøkjan er ein djúp grøv, og hin fremmanda konan ein trongur brunnur.
v28
Ja, hon liggur á loynum eins og ránsmaður, og hon økir um talið á ótrúgvum millum manna.
v29
Hvør gevur seg? Hvør gremur seg? Hvør hevur klandur? Hvør hevur klagur? Hvør hevur sjálvvoldar skeinur? Hvør hevur døpur eygu?
v30
Teir, sum sita leingi uppi við víni, teir, sum koma og smakka á virtin.
v31
Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu tað glógvar í steypinum og væl rennur niður!
v32
At endanum tað bítur sum ein slanga og spýr eitur sum ein ormur.
v33
Eygu tíni síggja undarligar sjónir, og hjarta títt í ørviti talar.
v34
Og tú verður sum tann, ið liggur á víðum havi, og sum tann, ið liggur ovast í siglutræi.
v35
«Teir hava sligið meg, men eg havi ikki ilt, teir hava bukað meg, men eg føli tað ikki. Nær man eg vakna? Aftur vil eg sóknast eftir tí!»
|