|
Orðtøk Sálomons, kapittul 6
Ávaring móti at ganga í ábyrgd, falsi o.s.fr.
v1
Sonur mín, hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, og hevur tú givið øðrum manni hond,
v2
hevur tú latið teg binda við orðum av munni tínum, latið teg hefta við orðum av munni tínum,
v3
ger tá hetta, sonur mín, og bjarga tær, – tí at tú ert komin í hendur næsta tíns – far og kasta teg niður og strong á næsta tín.
v4
Lat ikki eygu tíni fáa svøvn, ella eygnalok tíni blund.
v5
Bjarga tær eins og gasella úr hondum hans, eins og fuglar úr jagarans hondum.
v6
Far tú til meyruna, letingi, skoða atburð hennara og verð vísur!
v7
Tó at hon ongan hevur høvdinga ella fúta ella harra,
v8
so vinnur hon sær um summarið æti sítt, og hevur um heystið savnað sær føðslu sína.
v9
Hvussu leingi ætlar tú, letingi, at liggja? Nær ætlar tú at fara upp úr svøvni?
v10
Enn ein lítlan svøvn, enn ein lítlan blund, enn eina lítla hvíld við krossløgdum ørmum,
v11
tá kemur armóð tín sum skundin ferðamaður, og neyðin sum maður, ið er vápnaður við skildi.
v12
Ómenni, illmenni er tann, ið gongur við falsi í munni,
v13
ið rennir eyguni, skavar við fótunum, peikar við fingrunum,
v14
elur svik í hjarta sínum, upphugsar altíð ilt, veldur trætur.
v15
Harfyri kemur brádliga undirgangur hans, snøggliga verður hann sundurbrotin, og einki er at grøða.
v16
Seks lutir eru, ið Harrin hatar, og sjey eru ein andstygd fyri hansara sál:
v17
dramblát eygu, lygitunga, og hendur, ið úthella sakleyst blóð,
v18
hjarta, ið upphugsar ilskuráð, føtur, ið eru til illgerðar snarir,
v19
lygnari, ið vitnar falskt, og tann, ið veldur klandur millum brøðra.
Vara teg frá vándari konu
v20
Varðveit tú, sonur mín, boð faðirs tíns, og vraka ikki læru móður tínar.
v21
Bind tey altíð í hjarta títt, knýt tey um háls tín.
v22
Tá ið tú gongur, skal læran leiða teg, tá ið tú liggur, skal hon vaka yvir tær, tá ið tú vaknar, skal hon tala til tín.
v23
Tí at boðið er lykt, og læran er ljós, og agandi áminning er lívsins leið
v24
fyri at vara teg frá vándari konu, frá hálari tungu annars mans konu.
v25
Girnast ikki vænleika hennara í hjarta tínum, lat hana ikki tøla teg við eygnalokum sínum.
v26
Tí at vegna horkonu armast út menn til síðsta breyðbita, og annars mans kona søkir eftir dýrum lívi.
v27
Kann nakar bera eld í barmi sínum og ikki svíða klæði síni?
v28
Kann nakar ganga á glóðum og ikki brenna seg í føturnar?
v29
Soleiðis gongst honum, ið gongur til konu næsta síns, eingin sleppur óskaddur frá tí, sum nemur hana.
v30
Verður ikki tjóvurin vanvirdur, tó at hann stjelur av svongd, tá ið hann hungrar?
v31
Verður hann tikin, má hann sjeyfalt gjalda, alt, ið hann eigur í húsi sínum, má hann lata.
v32
Men tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur, eina tann ger slíkt, ið vil týna seg sjálvan.
v33
Høgg og skemd munnu ráma hann, og skomm hansara fer ongantíð av.
v34
Tí at mansins vreiði er vandin, og á hevndarinnar degi eirir hann ikki.
v35
Hann skoytir ikki um nakra bót, ella letur sær líka, um tú almikið býður.
|