|
Orðtøk Sálomons, kapittul 19
Framhald av fyrsta savni
v1
Betri er fátækur maður, sum í sakloysi gongur, enn maður við følskum vørrum og hartil ein dári.
v2
Har sum eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, hann misstígur seg.
v3
Fávitska mansins spillir veg hans, men hjarta hans ilskast við Harran.
v4
Ríkidømi savnar mangar vinir, men frá fátækum fer vinur hans burtur.
v5
Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal ikki sleppa undan.
v6
Mangir vilja vinna stórmans yndi, og allir eru vinir hans, sum gávumildur er.
v7
Fátæksmans brøður hata hann allir, enn meira halda vinir hans seg burtur frá honum.
v8
Tann, sum vinnur sær vitsku, sál sína elskar, tann, sum varðveitir skynsemi, skal finna lukku.
v9
Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal týnast.
v10
Tað hóskar ikki dára at hava góðar dagar, enn minni træli at ráða yvir høvdingum.
v11
Mansins klókskapur ger hann tolnan, og tað er æra hans at fyrigeva illgerð.
v12
Kongsvreiði er eins og ýl í leyvu, men blídni hans sum døgg á grasi.
v13
Fákunnur sonur er faðir sínum sonn vanlukka, og konuklandur er sum takdropin, ið ikki heldur í.
v14
Hús og góðs eru arvur frá fedrunum, men skilakona kemur frá Harranum.
v15
Leti leggur í tungan svøvn, og løt sál má svølta.
v16
Tann, sum varðveitir boðorðið, varðveitir sál sína, men tann, sum ikki varðar um vegir sínar, doyr.
v17
Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans.
v18
Aga tú son tín, tí at enn er vón, men hav ikki hug at drepa hann.
v19
Tann, sum illfúsur er, má bøta afturfyri, tí um tú vilt hjálpa, gert tú ilt verri.
v20
Lurta eftir ráðum og tak við aga, so at tú at enda má verða vísur.
v21
Mangar eru hugsanir í mansins hjarta, men tað er Harrans ráð, ið fær frama.
v22
Mansins hugur er miskunnarverk hans, og betri er fátækur maður enn lygnari.
v23
Ótti fyri Harranum førir til lívs; tá fer maður mettur til hvíldar, og einki ilt hann rámar.
v24
Latur maður drepur hondina í fatið, men tímir ikki at føra hana upp aftur til munnin.
v25
Slært tú spottaran, verður hin einfaldi klókur, og hin skynsami vinnur fróðskap av aga.
v26
Tann, sum fer illa við faðir sínum og koyrir burt móður sína, er ein ringur og skammiligur sonur.
v27
Halt uppat, sonur mín, at lýða á áminning, um tað bara er fyri at villast burtur frá kunnskapar orðum.
v28
Níðingsvitni spottar rættin, og muðurin á gudleysum gloypir órætti.
v29
Revsingardómar eru til reiðar fyri spottarunum og høgg fyri baki á býttlingunum.
|