|
Orðtøk Sálomons, kapittul 24
Framhald av øðrum savni
v1
Øvunda ikki vándar menn og hav ikki hug at vera millum teirra;
v2
tí at hjarta teirra hugsar um illverk, og varrar teirra mæla um vanlukku.
v3
Við vísdómi verða hús bygd, og við vitsku verða tey grundfest;
v4
við kunnskapi verða búrini full av alskyns dýrum og góðum ognum.
v5
Vísur maður er betri enn sterkur, og vitur maður er betri enn kraftamikil;
v6
tí at tú mást ráðleggja væl, tá ið tú ert í hernaði, har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl.
v7
Vísdómurin er dáranum ov høgur; í staðarliðinum letur hann ikki munnin upp.
v8
Tann, ið hugsar um at gera ilt, hann tey svikara kalla.
v9
Syndin er fávitsku ráð, og spottarin er monnum ein andstygd.
v10
Bilar tær hugur á neyðardegi, tá er máttur tín lítil.
v11
Bjarga teimum, sum leidd verða til deyða, og halt teimum aftur, sum fara vinglandi á rættarstaðin.
v12
Um tú sigur: «Vit vistu tað ikki!» – man tá ikki tann, sum vegur hjørtuni, verða varur við tað, og tann, sum gevur sál tíni gætur, vita um tað? Og hann lønir manninum eftir verkum hans.
v13
Et hunang, sonur mín, tí at hann er góður, og hunangskøka er søt fyri góm tín.
v14
Lær á sama hátt vísdóm fyri sál tína; finnur tú hann, tá skalt tú eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis.
v15
Lúr ikki, tú hin gudleysi, eftir bústaði hins rættvísa, og oyðilegg ikki heimbýli hans!
v16
Tí at sjey ferðir hin rættvísi fellur og reisist aftur, men gudleysir fara til grundar.
v17
Gleð teg ikki, tá ið fíggindi tín fellur, og lat ikki hjarta títt fegnast, tá ið hann snávar,
v18
fyri at Harrin tað ikki skal síggja og tað honum mislíka, og hann venda vreiði síni frá honum.
v19
Ilskast ikki av illgerðarmonnum og øvunda ikki teir gudleysu.
v20
Tí at vándur maður eigur onga framtíð, lampan hjá gudleysum sloknar.
v21
Sonur mín, óttast tú Harran og kongin, ver ikki í felagi við ófriðarkroppum;
v22
tí at óvart rámar vanlukkan teir, og ár teirra fáa enda, áðrenn nakar veit.
Triðja savn
v23
Eisini hesi orðtøk eru eftir vísar menn. At gera mannamun í dómi er ikki gott.
v24
Honum, sum sigur við hin seka: «Tú hevur rætt!» honum banna fólk fyri, og biðja ættir ilt fyri.
v25
Men teimum, sum revsa hann, gongst tað væl, og signing og lukka kemur yvir teir.
v26
Tann gevur koss á varrar, sum svarar við nýtum orðum.
v27
Ger arbeiði títt liðugt úti, og fá tær tað til rættis á markini; síðan kanst tú byggja tær hús.
v28
Ver ikki vitni móti næsta tínum av ongari grund; ella eigur tú at gera svik við vørrum tínum?
v29
Sig ikki: «Eins og hann gjørdi mær, skal eg gera honum, eg skal løna manninum eftir verkum hans!»
v30
Mær var gangandi fram við markini hjá letinga og fram við víngarði hjá óvitigum manni;
v31
og sí, har var alt avvaksið av tistlum, alt avtakið av notum, og grótgarðurin uttanum niðurdottin.
v32
Eg var tess varur og legði mær tað í geyma, eg gav tí gætur og tók mær lærdóm av tí:
v33
«Sova eitt sindur enn, blunda eitt sindur enn, halda saman hendur eitt sindur enn fyri at hvílast.
v34
Tá kemur armóðin yvir teg eins og ferðamaður, og neyðin eins og maður við skildi.»
|