|
Orðtøk Sálomons, kapittul 26
Framhald av fjórða savni
v1
Eins og kavi um summarið og regn um heystið, so hóskar ikki æra fyri dára.
v2
Eins og spurvin, ið flagsar burt, og svalan, ið fer á flog, so er grundaleys illbøn – hon rínur ikki á.
v3
Koyril til hestin og teymur til ásinið og stavur til bakið á dárum.
v4
Svara ikki dáranum eftir fávitsku hans, so at tú ikki sjálvur verður honum líkur.
v5
Svara dáranum eftir fávitsku hans, so at hann ikki skal halda seg sjálvan vera vísan.
v6
Tann høggur føturnar av sær og fær sút at drekka, sum sendir boð við einum dára.
v7
Visin hanga beinini á vanførum manni, so eru orðtøk í munni á dárum.
v8
Sum at binda stein í sleingiband, so er tað at veita einum dára æru.
v9
Eins og tornagrein í hondini á druknum manni, so eru orðtøk í munni á dárum.
v10
Eins og skotmaður, sum særir alt, so er tann, sum leigar ein dára og hvønn, sum fer framvið.
v11
Eins og hundur, sum vendir aftur til spýggju sína, so er ein dári, sum tekur upp aftur fávitsku sína.
v12
Sært tú mann, sum heldur seg sjálvan vísan, tá er størri vón um dáran enn um hann.
v13
Letingin sigur: «Tað er eitt villdjór á veginum, ein leyva úti á torgunum.»
v14
Hurðin snarar sær á leikindunum, og letingin snarar sær á legu síni.
v15
Latur maður drepur hondina í fatið, men tað er honum strævið at føra hana upp aftur til munnin.
v16
Latur maður heldur seg vísari vera enn sjey, sum geva vitug andsvør.
v17
Eins og tann, sum tekur um oyruni á hundi, sum fer rennandi framvið, so er tann, sum fýkur upp í øði um trætu, sum honum ikki kemur við.
v18
Eins og óður maður, sum skjýtur við brennandi ørvum – við banaskotum –
v19
so er tann maður, sum næsta sín svíkur og sigur: «Eg gjørdi tað bara til stuttleika.»
v20
Tá ið brennið er uppi, sloknar eldurin, tá ið eingin baktalari er, heldur klandrið uppat.
v21
Eins og kol skal til gløður og viður til eld, so skal illførur maður til at birta klandur.
v22
Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin.
v23
Eins og silvurskón uttan á pottabroti, so eru brennandi varrar og ilt hjarta.
v24
Við vørrum sínum letist óvinurin vinaliga, men svik ber hann í hjarta.
v25
Tá ið hann blíðmæltur talar, tá trúgv honum ikki, tí at sjey andstygdir eru í hjarta hans.
v26
Tó at hatrið seg dylur í sviki, so kemur tó tess illskapur upp á fundi.
v27
Tann, sum grevur eina grøv, fellur í hana sjálvur, og steinurin dettur aftur á tann, sum rullar hann.
v28
Lygitungan hatar tey, sum hon hevur kúgað, og falsmuðurin førir til undirgangs.
|