|
Orðtøk Sálomons, kapittul 5
Ávaring móti hori og áminning um trúskap
v1
Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni,
v2
fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap.
v3
Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara.
v4
Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð.
v5
Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar.
v6
Hon gongur ikki eftir lívsins vegi, men vinglar ymsar leiðir og veit ikki, hvar hon fer.
v7
Og nú, synir mínir, lýðið á meg, og víkið ikki frá tí, ið muður mín mælir!
v8
Halt leið tína langt frá henni, kom ikki nær at húsdurum hennara,
v9
at tú ikki mást geva øðrum æru tína, og ár tíni grimmum manni,
v10
at fremmandir ikki mega mettast av ognum tínum, og tað, ið tú við strevi hevur vunnið, koma í annars mans hús,
v11
og tú at endanum mást stynja, tá ið hold títt og likam er burturtært,
v12
og siga: «Hvussu kundi eg hata aga, og hjarta mítt vanvirða áminning!
v13
Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg!
v14
Eg tætt við var komin í størstu neyð mitt í mannfjøld, sum sat á tingi!»
v15
Drekk tú vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu!
v16
Eiga keldur tínar at renna út um gøtur, áarløkir tínir út um torg?
v17
Tær eina skulu tær tilhoyra, og ongum fremmandum við tær.
v18
Vælsignað veri kelda tín, og gleð teg um títt ungdóms vív,
v19
elskhugarhindina, yndisgaselluna. Barmur hennara altíð teg lívgi, og ást hennara altíð teg tøli!
v20
Hví skuldi tú, sonur mín, tølast av annars mans konu, og fevna barmin á fremmandari konu?
v21
Tí at fyri Harrans eygum eru hvørs mans vegir, og hann javnar allar hans gøtur.
v22
Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum.
v23
Hann doyr vegna trot á aga, forferst fyri sín stóra dárskap.
|