Aftur til forsíðuna
Orðtøk Sálomons, kapittul 29
Framhald av fjórða savni
v1 Tann maður, sum ofta hevur fingið revsing, og tó er andbráður, hann man brádliga verða sundurbrotin, og einki er hann at grøða. v2 Tá ið rættvísir nørast, gleðist fólkið, men tá ið gudleysir koma til ræðið, stynjar fólkið. v3 Tann, sum elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, sum fer í hóslag við skøkjur, oyðir ognir sínar. v4 Ein kongur heldur landi sínum uppi við rætti, men tann, sum tekur mutur, leggur tað í oyði. v5 Tann maður, sum søtorðaður er móti næsta sínum, hann leggur net fyri føtur hans. v6 Í ilsmans misgerð er ein snerra, men rættvísur maður fegnast og gleðist. v7 Rættvísur maður veit um viðurskifti arminganna, hin gudleysi leggur ikki í at vita um nakað. v8 Spottarar loypa øsing í ein stað, men vísir menn stilla vreiðina. v9 Tá ið vísur maður hevur sak við ein dára, tá leikar hann í og flennir, so har verður eingin friður. v10 Drápsfúsir menn hata hin sakleysa, og hinum rættiligu liggja teir eftir lívinum. v11 Øllum illsinni sínum sleppir dárin út, men hin vísi doyvir tað til endans. v12 Tá ið høvdingi lýðir á lygnarorð, tá verða allir tænarar hans níðingar. v13 Hin fátæki og ríkiskroppurin hittast, eyguni í báðum letur Harrin lýsa. v14 Tann kongur, sum dømir armingar við rættvísi, hásæti hans skal standa trygt allar ævir. v15 Koyril og agi veita speki, men ein agaleysur drongur ger móður síni skomm. v16 Tá ið gudleysir taka til, tekur syndin til, men rættvísir skulu síggja fall teirra. v17 Aga tú son tín, tá skal hann geva tær ró og veita sál tíni sælu. v18 Við ongum hugsjónum villist fólkið, men sælur er tann, sum varðveitir lógina. v19 Ein trælur verður ikki agaður við orðum, tí at hann skilir tey væl, men leggur ikki í tey. v20 Sært tú ein mann, sum er skjótur við orðum, tá er størri vón um dáran enn um hann. v21 Gevur maður træli sínum eftirlæti frá ungdómi, tá vil hann vanvirða hann til endans. v22 Illførur maður veldur klandur, og bráðlyndur maður ger manga misgerð. v23 Mansins hugmóð førir til fals, men hin eyðmjúki skal fáa æru. v24 Tann, sum er í parti við tjóvinum, hatar sál sína, hann hoyrir bannanina, men sigur tó ikki frá. v25 Mannaótti leiðir í snerrur, men tann, sum lítur á Harran, verður bjargaður. v26 Mangir royna at fáa høvdingans yndi, men frá Harranum fær hvør maður sín rætt. v27 Ein andstygd fyri rættvísum er ein órættvísur maður, og ein andstygd fyri gudleysum er tann, sum fer rættiliga at.