|
Orðtøk Sálomons, kapittul 30
Orð Águrs
v1
Orð Águrs Jákesonar. Profetorðið. Maðurin sigur: Eg havi stríðst, o Guð; eg havi stríðst, o Guð, og eg gavst.
v2
Tí at eg eri ov fákunnur til at eita maður, og eg havi ikki mannavit.
v3
Og eg havi ikki lært vísdóm, so at eg havi fingið kunnleika um hin heilaga.
v4
Hvør er farin upp til himna og niður aftur komin? Hvør hevur savnað vindin í lúkur sínar? Hvør hevur bundið vatnið í skikkju sína? Hvør hevur reist allar endarnar á jørðini? Hvussu eitur hann, og hvussu eitur sonur hans – um tú veitst tað?
v5
Hvørt eitt orð Guðs er reint; hann er teimum ein skjøldur, sum leita sær høli hjá honum.
v6
Legg einki aftur at orði hans, at hann ikki skal revsa teg, og tú standa sum lygnari.
v7
Tveir lutir havi eg biðið teg um, sýt mær teir ikki, áðrenn eg doyggi:
v8
Lat fals og lygiorð vera langt frá mær, gev mær hvørki armóð ella ríkidømi, men lat meg fáa tað breyð, sum til mín er býtt!
v9
Eg kundi annars vorðið ov mettur og noktað teg og sagt: «Hvør er Harrin?» Ella eg kundi, um eg varð armur, stolið og spottað navn Guðs míns.
v10
Baktala ikki tænara fyri húsbónda hans, so at hann ikki skal biðja ilt fyri tær, og tú kemur at bøta.
v11
Ein ætt, sum bannar faðir sín og ikki vælsignar móður sína;
v12
ein ætt, sum heldur seg vera reina, og hevur ikki vaskað óreinskuna av sær;
v13
ein ætt, sum lyftir eygunum hátt og setir eygnalokini upp í loft;
v14
ein ætt, sum hevur svørð til tenn og knívar til jakslar fyri at uppeta armingar úr landinum og alt neyðarfólk millum manna.
v15
Blóðigulin hevur tvær døtur: Gev! Gev! Trý eru til, sum ongantíð mettast, fýra, sum aldri siga: «Nóg mikið»:
v16
Helheimur og móðurlív, sum ikki barnast, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: «Nóg mikið!»
v17
Tað eyga, sum spottar faðir og vanvirðir lýdni móti móður, tað skulu ravnarnir við ánna pikka út og arnarungarnir eta.
v18
Tríggir lutir eru mær undurfullir, og fýra, sum eg ikki skilji:
v19
Vegurin hjá ørn gjøgnum loftið, vegurin hjá ormi yvir klettin, vegurin hjá skipi um havið, og vegurin hjá manni til konu.
v20
Soleiðis er atburðurin hjá ótrúgvari konu: Hon etur og turkar sær um munnin og sigur: «Eg havi einki ilt gjørt.»
v21
Undir trimum gongur jørðin kyk, og undir fýra hon ikki reisist við:
v22
Undir træli, tá ið hann verður kongur, og dára, tá ið hann verður mettur av breyði;
v23
undir vrakaðari konu, tá ið hon verður gift, og ternu, tá ið hon arvar frúgv sína.
v24
Fýra eru til, sum eru smá á jørðini, og hava tó miklan vísdóm:
v25
Meyrurnar, eitt kraftalítið fólk, og tó fáa tær sær føðina til um summarið.
v26
Fjallagrevlingarnir, eitt stimburlítið fólk, og tó gera teir sær hús í klettunum.
v27
Grashoppurnar hava ongan kong, og tó fer allur hópurin út í fylking.
v28
Ferføtluna kanst tú taka við berum hondum, og tó býr hon í kongahøllum.
v29
Trý eru til, sum stíga stoltsligum stigum, og fýra, sum hava hábærsligt gongulag:
v30
Leyvan, hetjan djóranna millum, sum ikki fer undan nøkrum;
v31
Hesturin, mjáur um miðju, og havurin, og kongurin á odda í herliði sínum.
v32
Hevur tú gjørt teg sjálvan stóran, annaðhvørt av fávitsku ella av avráddum huga, tá legg hondina á munnin;
v33
tí at trýsting á mjólk framleiðir smør, og trýsting á nasar framleiðir blóð, og trýsting á vreiði framleiðir stríð.
|