|
Orðtøk Sálomons, kapittul 16
Framhald av fyrsta savni
v1
Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar.
v2
Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar.
v3
Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama.
v4
Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin.
v5
Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður.
v6
Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum.
v7
Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann.
v8
Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti.
v9
Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum.
v10
Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak.
v11
Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini.
v12
At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt.
v13
Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru.
v14
Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana.
v15
Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið.
v16
Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.
v17
At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína.
v18
Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli.
v19
Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum.
v20
Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran.
v21
Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm.
v22
Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum.
v23
Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans.
v24
Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.
v25
Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir.
v26
Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann.
v27
Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur.
v28
Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina.
v29
Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg.
v30
Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt.
v31
Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi.
v32
Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg.
v33
Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.
|