|
Orðtøk Sálomons, kapittul 8
Vísdómurin talar
v1
Hoyrið, hvussu vísdómurin rópar, og vitskan letur reyst sína ljóða.
v2
Uppi á hæddunum við vegin – har sum gøturnar møtast – hon stendur.
v3
Við liðini, har sum gingið verður út úr bygdini, har sum gingið verður inn um dyrnar, rópar hon hátt:
v4
Á tykkum, menn, eg kalli, og reyst mín ljóðar til menniskjunnar børn.
v5
Tit fákunnu, vinnið tykkum klókskap, tit dárar, lærið tykkum skil.
v6
Gevið ljóð, tí at eg tali tað, ið gott er; tað er beint, sum varrar mínar mæla.
v7
Tí at sannleika talar gómur mín, og gudloysi býður mínum vørrum ímóti.
v8
Rætt eru øll orðini av munni mínum, í teimum er einki fals ella svik.
v9
Øll eru tey sonn fyri teimum klóku og rætt fyri teimum, ið vunnið hava klókskap.
v10
Takið við áminning míni fram um silvur, og kunnskapi fram um útvalt gull.
v11
Tí at vísdómur er betri enn perlur, og eingir dýrgripir eru móti honum.
v12
Eg, vísdómurin, eri í felag við klókskapi, og kunnugleika um hyggjuráð eg havi.
v13
At óttast Harran er at hata hitt illa; hugmóð og dramblæti og illa atferð og falsorðaðan munn eg hati.
v14
Hjá mær eru ráð og dugur, eg eri vit, hjá mær er kraft.
v15
Við mær ráða kongar, døma høvdingar rættvísar dómar.
v16
Við mær stýra stjórnarmenn og furstar – allir dómarar á jørð.
v17
Eg elski teir, ið elska meg; og teir, ið leita eftir mær, skulu finna meg.
v18
Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð.
v19
Ávøkstur mín er betri enn skærasta gull, og úrtøka mín betri enn útvalt silvur.
v20
Eg gangi á rættlætis vegi, á miðjum rættferðar leiðum
v21
fyri at veita teimum eyð, ið meg elska, og fylla goymslur teirra.
v22
Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað.
v23
Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til.
v24
Áðrenn havdjúpini vóru til, varð eg føddur, tá ið ongar vatnmiklar keldur vóru til.
v25
Áðrenn fjøllini vórðu søkt niður, undan heygunum varð eg føddur.
v26
Áðrenn hann skapaði jørð og mark og tann fyrsta moldbøkk á foldum.
v27
Tá ið hann skipaði himnunum, tá var eg har, tá ið hann setti hválvið yvir havdjúpið.
v28
Tá ið hann festi skýggini í erva, tá ið havdjúpsins keldur fossaðu fram.
v29
Tá ið hann setti mark fyri havinum, so at vatnið ikki fór longri, enn hann beyð, tá ið hann legði jarðarinnar grundvøll.
v30
Tá var eg sum verkstjóri honum hjá, og eg var yndi hans dag eftir dag, eg leikaði mær fyri ásjón hans alla tíð.
v31
Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum.
v32
Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum.
v33
Lýðið á aga, so at tit verða vísir, og koyrið hann ikki burtur frá tykkum.
v34
Sælur er maður, ið lýðir á meg, so at hann dag og dagliga vakir við mínar dyr og goymir durastavar mínar.
v35
Tí at tann, ið meg finnur, finnur lívið og nýtur av Harranum signing.
v36
Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan.
|