|
Orðtøk Sálomons, kapittul 17
Framhald av fyrsta savni
v1
Betri er berur breyðbiti í náðum enn fult hús av offurkjøti við klandri.
v2
Hyggin trælur skal ráða yvir ringum syni, og hann skal taka við arvi millum brøðra.
v3
Bráðpannan er fyri silvurið og ovnurin fyri gullið, men tann, ið hjørtuni roynir, er Harrin.
v4
Illmennið gevur falsvørrum gætur, lygnarin lýðir á skaðatungu.
v5
Tann, ið fátækan spottar, vanvirðir skapara hans, og tann, ið gleðist yvir ólukku, skal ikki sleppa órevsaður.
v6
Barnabørn er teimum gomlu ein krúna, og fedrarnir eru børnunum ein heiður.
v7
Tað hóskar ikki einum dára at tala stór orð, enn minni einum rættum manni at ljúgva.
v8
Mutur er ein gimsteinur hjá honum, ið tað gevur, hvar hann sær vendir, ber hjá honum í lag.
v9
Tann, ið breiðir yvir misgerð, søkir vinskap, men tann, ið rívur upp sak, veldur skilnað millum vina.
v10
Ábreiðsla rínur meira við skilamann enn hundrað høgg við býttling.
v11
Eina uppreist søkir hin vándi, men grimmur boðberi verður sendur móti honum.
v12
Heldur møta eini bjørn, sum mist hevur ungar sínar, enn einum býttlingi í fávitsku síni.
v13
Tann, sum lønir gott við illum, frá húsi hans skal ilt ikki víkja.
v14
At byrja klandur er sum at lata upp fyri vatni, lat tí av trætuni, áðrenn bitið verður á kampi.
v15
Tann, sum sekan fríkennir, og tann, sum sakleysan dómfellir, teir eru báðir Harranum ein andstygd.
v16
Hvat skulu peningar í hendi býttlingsins at keypa vísdóm fyri, tá ið vitskan trýtur?
v17
Ein vinur elskar altíð, og ein bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.
v18
Óhyggin er maður, sum gevur handslag, og sum gongur í veður fyri næsta sín.
v19
Tann, sum elskar trætu, elskar misgerð, tann, sum høgar ger dyr sínar, søkir undirgang.
v20
Tann, sum rangt hevur hjarta, finnur onga lukku, og tann, sum falska hevur tungu, fellur í vanlukku.
v21
Tann, sum eigur av sær ein býttling, honum er tað sorg, og faðirin at einum dára er ikki glaður.
v22
Glatt hjarta gevur heilsubót góða, men dapur hugur fær beinini at visna.
v23
Hin gudleysi tekur við mutri í loynd fyri at snúgva vegir rættvísinnar.
v24
Hin hygni hevur vísdómin fyri framman seg, men eygu býttlingsins eru við heimsins endar.
v25
Fákunnur sonur er faðir sínum ein sorg og ein sárur harmur hjá henni, sum hann átti.
v26
At eisini rættvísir fáa sekt, er ikki gott, men at sláa rættar menn, tað ber tó av.
v27
Hyggin er fámæltur maður, og vitur maður er kaldur í huga.
v28
Hin fákunni verður hildin fyri vísur, tá ið hann tegir, og klókur, tá ið hann letur varrarnar aftur.
|