|
Fyrsta Mósebók, kapittul 10
Ættartal tjóðanna
v1
Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina.
v2
Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras.
v3
Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma.
v4
Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar.
v5
Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta eru synir Jáfets í londum sínum, hvør við sínum tungumáli, eftir ættargreinum og tjóðflokkum sínum.
v6
Synir Kams vóru Kusj, Mizráim, Put og Kánáan.
v7
Synir Kusj vóru Seba, Hávila, Sabta, Ráma og Sabteka, og synir Ráma vóru Sjeba og Dedan.
v8
Kusj gat Nimrod; hann var fyrsti veldismaður á fold.
v9
Hann var mikil veiðimaður fyri Harranum; tí verður sagt: Mikil veiðimaður fyri Harranum eins og Nimrod.
v10
Upphavið at ríki hans var Bábel og Erek, Akkad og Kalne í Sinears landi.
v11
Úr hesum landi fór hann til Assýriu og bygdi Nineve og Rehobot-Ir, Kela
v12
og Resen millum Nineve og Kela – tað er borgin mikla.
v13
Og Mizráim gat Luditar og Ánamitar, Lehabitar og Naftuhitar,
v14
Patrusitar og Kasluhitar, haðan Filistar vóru ættaðir, og Kaftoritar.
v15
Kánáan gat Zidon, sín frumgitna, og Het,
v16
Jebusitar, Ámoritar, Girgasjitar,
v17
Hivitar, Arkitar, Sínitar,
v18
Arvaditar, Zemaritar og Hámatitar. Síðan spreiddust ættargreinar Kánáanitanna um,
v19
so at landamark Kánáans gekk frá Zidon um Gerar alt at Gaza, framvegis til Sódomu og Gómorru, Adma, Zeboim og alt at Lasja.
v20
Hesir vóru synir Kams eftir kyntáttum sínum, eftir tungumálum sínum, í londum sínum, í tjóðum sínum.
v21
Men eisini Sem, ættfaðir at øllum sonum Ebers, elsti bróðir Jáfets, fekk synir.
v22
Synir Sems vóru Elam, Assur, Arpaksjad, Lud og Áram.
v23
Synir Árams vóru Uz, Hul, Geter og Masj.
v24
Arpaksjad gat Sjela, og Sjela gat Eber.
v25
Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg, tí á hansara døgum spjaddist fólkið á jørðini sundur; bróðir hansara æt Joktan.
v26
Joktan gat Almodad, Sjelef, Házarmavet, Jera,
v27
Hádóram, Uzal, Dikla,
v28
Óbal, Ábimael, Sába,
v29
Ofir, Hávila og Jóbab. Allir hesir vóru synir Joktans.
v30
Og bústaðir teirra vóru frá Mesja og allan vegin at Sefar, at eysturfjøllum.
v31
Hesir eru synir Sems eftir ættargreinum og tungumálum sínum, í londum sínum, eftir tjóðum sínum.
v32
Hetta eru ættargreinar sona Nóa eftir ættartali sínum, í tjóðflokkum sínum. Og frá teimum spjaddust tjóðirnar út um jørðina eftir vatnflóðina.
|